Seinnapartin klokkan 15 verður tann fyrsti dysturin í 12. umfarinum í Betrideildini leiktur á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Nummar trý í betrideildini, HB tekur móti nummar fýra, Víkingi. Tá liðini møttust í Sarpugerði 9. mai vann HB 1-0.
Í teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum eru hagtølini púra jøvn. HB hevur vunnið átta dystir, Víkingur hevur vunnið átta dystir, og fýra dystir eru endaðir við javnleiki.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 2,20 og 2,39.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,42 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 2,65 og 2,85.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##