Veðrið

Veðrið í dag

Veðrið í dag:

Andøvsgul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, skýggjað og okkurt æli. Hitin millum 5 og 10 stig.


Veðrið hósdagin og fríggjadagin:

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, ælingur og hitin millum 4 og 8 stig. Fríggjadagin sum frálíður bert okkurt æli og eitt sindur lýggjari.


Veðrið leygardagin og sunnudagin:

Gul til stívt andøvsgul av vestri og smáregn ella sirm av og á. Seinni lækkar hann niður í útsynning og sunnan og veksur vindin. Hitin veksur upp í 8 til 13 stig.


í gjár:

Eitt lágtrýst yvir Norska Havinum fer spakuliga í landnyrðing, meðan eitt minni lágtrýst sunnanfyri Ísland fer í landsynning eystan.


Í dag:

Samstundis fer eitt hátrýst frá Atlantshavinum til Bretsku Oyggjarnar og heldur fram til Norðsjógvin og Danmark. Í vikuskiftinum fer eitt nýtt brúgvalag um Føroyar av vestri.