Veðrið í dag:
Upp í hvassan vind av vestri, men sum frálíður minkar hann vindin. Skýggjað og okkurt ælið og hitin fellur niður til 2 og 6 stig.
Veðrið sunnudagin:
Hann kemur av suðri og landsynningi og veksur vindin til hvassan vind og sum frálíður regn. Út á dagin hækkar hann upp í eystan. Hitin millum 3 og 8 stig.
Veðrið mánadagin:
Hann hækkar upp í norðan, andøvsgul upp í ein strúk og stundum regn ella ælingur. Hitin millum 2 og 6 stig. Móti kvøldi snarar hann í útsynning og sunnan og veksur vindin til hvassan vind.
Veðrið týsdagin og mikudagin:
Eitt skifti upp í ein strúk av útnyrðingi, seinni lækkar hann niður í útsynning og veksur vindin til hvassan vind ella skrið. Stundum regn ella ælingur og hitin millum 3 og 8 stig.
Í gjár:
Eitt veikt hátrýst, 1025 hPa. yvir Suður-Noreg fer í landsynning. Eitt lágtrýst við Ísland, 990 hPa. fer í landnyrðing. Brúgvalagið haðani fer norðureftir og fer nú um Føroyar og hevur lýggja luft av útsynningi við sær.
Í dag:
Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst um Føroyar av vestri og útsynningi.