27. og síðsta umfar í fremstu fótbóltsdeildini verður seinnapartin. Tað er 30. oktober, veðrið er av tí fagrasta, og soleiðis verður tað eisini seinnapartin. Fyrsta bríksl verður klokkan 14, og tað verður framvegis gott veður, tá ið bríkslað verður fyri síðstu ferð og steyp og heiðursmerki verða handað.
FM steypið og gullkrónurnar verða handaðar í Sarpugerði í Gøtu, har meistararnir úr Klaksvík við stórum fylgi verða gestir.
Um Víkingur vinnur í dag, so vera eisini silvurkrónurnar handaðar í Sarpugerði. Um Víkingur ikki vinnur, og um HB vinnur á heimavølli ímóti ÍF, so vera silvur og bronsukrónurnar ikki handaðar í dag, tí Víkingur eigur útsettan dyst ímóti B36, sum eisini eigur útsettan dyst ímóti NSÍ.
At tveir dystir ikki vera fyrrenn í næstu viku ber við sær, at tað ikki verður greitt í dag, um tað verður B36 ella NSÍ, sum fer at enda á fjórða plássi og harvið at vinna fjórða plássið í Europa.
EB/Streymur – B68: Petur Reinert kl. 14.00
Víkingur – KÍ: Alex Troleis kl. 14.00
HB – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 14.00
NSÍ – B36: útsettur til 7. november
TB – 07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 14.00
KÍ | 26 | 23 | 2 | 1 | 98 | 11 | 71 |
Víkingur | 25 | 18 | 5 | 2 | 58 | 24 | 59 |
HB | 26 | 18 | 4 | 4 | 85 | 22 | 58 |
NSÍ | 26 | 13 | 5 | 8 | 52 | 38 | 44 |
B36 | 25 | 11 | 9 | 5 | 49 | 31 | 42 |
EB/Streymur | 26 | 7 | 4 | 15 | 28 | 52 | 25 |
07 Vestur | 26 | 7 | 4 | 15 | 31 | 73 | 25 |
B68 | 26 | 6 | 4 | 16 | 32 | 66 | 22 |
ÍF | 26 | 4 | 4 | 18 | 26 | 68 | 16 |
TB | 26 | 0 | 3 | 23 | 16 | 90 | 3 |