– Men eingin skúli eigur at seta í verk agatiltøk móti einum næmingi, ið hevur fráveru orsakað av, at samferðslan er avlýst vegna veður ella vegna skjalfesta sjúku.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning frá Johannes Joensen. Hann hevur sett landsstýrismanninm ein grein 52a fyrispurning um kunning um fráveru á miðnámi vegna vánalig veðurlíkindi.
Spurningarnir hjá honuum eru soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin tryggjað sær, at mannagongdirnar í sambandi við fráveru vegna vánaligt veður eru greiðar á miðnámi?
2. Er kunningin til næmingarnar greið og nøktandi á øllum miðnámsskúlum, tá tað kemur til fráverureglur?
3. Vita allir miðnámsskúlanæmingar í Føroyum av, at skjalprógvað sjúka og vánalig veðurlíkindi sum orsøk til fráveru ongantíð kann gerast grundarlag fyri ávaringum ella burturvísingum frá miðnámsútbúgvingum?
Landsstýrismaðurin svarar við at vísa á, at skyldan at møta til undirvísing er ásett í løgtingslóg og kunngerð. Løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar við hartil hoyrandi kunngerðum, rundskrivum og skilhaldsreglum einstaka skúlans byggja á ta meginreglu, at næmingur skal vera til staðar og virkin í undirvísingini, fyri at stuðla undir støðugu fakligu menning næmingsins.
– Tað áliggur sambært kunngerð leiðara útbúgvingarstovnsins at gera reglur um at vera tilstaðar og virkin.
– Ásetingar eru í kunngerðum, sum taka hædd fyri ávísum sløgum av fráveru t.d. sjúku og úrvalsvirksemi. Í løtuni eru ikki ásetingar, sum taka hædd fyri fráveru, tá veðrið ávirkar samferðsluna. Allir miðnámsskúlar hava sínar egnu lestrar- og skilhaldsreglur. Á flestu miðnámsskúlum eru mannagongdir við talgildari undirvísing, tá ferðasambandið er ávirkað. Tað er ikki altíð sett í lestrar- og skilhaldsreglurnar. Tá samferðslan avlýsir høvuðsleiðirnar, verður undirvísingin løgd á ein talgildan pall t.d. Teams, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.
– Flestu miðnámsskúlar hava ítøkiligar innanhýsis mannagongdir fyri fráveru vegna vánaligt veður, sigur landsstýrismaðurin.
Til annan spurning svarar landsstýrismaðurin, at flestu miðnámsskúlar hava skipaðar mannagongdir við at undirvísing verður flutt á talgildan pall, tá samferðslan avlýsir høvuðsleiðir, og skúlin velur at skipa undirvísing á t.d. Teams.
– Kunning um hesar mannagongdir er í nøkrum førum sett í skilhaldsreglur skúlans, og í øðrum førum latin næmingum sum onnur kunning, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Hann vísir á, at tá ein skúli vegna veður velur at skipa undirvísing á t.d. Teams, verður hetta eisini samskift til næmingarnar umvegis heimasíðu og á internum samskiftispalli.
– Í teimum førum at skúli hevur skipað undirvísing, og samferðsla annars er avlýst, tá kemur fyri, at næmingar ikki fáa møtt. Her hava skúlar eisini mannagongdir, har hædd verður tikið fyri viðurskiftum sum t.d. samferðslu, sigur hann.
Til triðja spurningin svarar landsstýrismaðurin, at tað áliggur leiðara útbúgvingarstovnsins sambært bæði lóg og kunngerðum at kunna um reglur og mannagongdir á stovninum.
– Somuleiðis má tað í framhaldi av hesum eisini liggja ein ábyrgd á teimum lesandi um at halda seg kunnaðan um reglur og mannagongdir, sum avvarðandi skúli hevur.
– Eingin skúli eigur at seta í verk agatiltøk móti einum næmingi, ið hevur fráveru orsakað av, at samferðslan er avlýst vegna veður ella vegna skjalfesta sjúku, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.