Skal ein leita sær eftir onkrum til tey smáu, og leitar ein eftir vegleiðing, og er góðska nakað, ið ein hámetir, so er rættast at fara í Vøgguna í Havn.
Vøggan hevur sera stórt úrval av barnaútgerð, og góðska er lyklaorð, og m.a, er Vøggan einaumboð í Føroyum fyri vælkendu Emmaljunga barnavognarnar, ið hava verið væl dámdir síðani 1925, og enn borga fyri góðsku.
Onnur merkir eru t.d. BRIO, Akta Graco, Baby Trold, Basson, Super Nova og Hoppe.
Eigaraskifti
Vøggan byrjaði fyri nøkrum árum síðani í Runavík. Í dag er handilin í Havn, og tann 3. september í fjør fór eigaraskifti fram, og nýggi eigarin er Tóra Johansen.
Vøggan hevur havt stóra framgongd seinnu árini, og úrvalið er eisini sera breitt.
- Frá nýføddum, og til børn um 3 – 4 ára aldur, hava vit alt, greiðir Tóra frá.
Vegleiðing
- At vit hava somu inngongd, sum Thomas Dam ger, ikki verri, sigur hon.
- Vit kunnu t.d. vegleiða foreldur, ið hava fingið teirra fyrsta barn. Vit vegleiða, og koma sostatt eisini inn á kundarnar, og vegleiðing er hjarta í halndlinum, sigur Tóra Johansen, og leggur afturat, at dentur verður lagdur á at hava góðkenda vøru, og at góðskan er í hásæti.
Hetta er nakað, ið Vøggan øll árini hevur lagt dent á.
- Eisini hava vit flest allar stovnar í landinum sum kundar, umframt at vanligu kundarnir eisini koma úr øllum landinum, sigur Tóra Johansen.
Vøggan ger eisini viðlíkahald á vognar. Øll merkini sum vøggan umboðar av barnavognum kunnu koma til umvæling.
- Vit umvæla alt sum umvælast kann á barnavognunum. Eisini koyra vit út til stovnar at skifta knappar og tílíkt. Vit senda eisini vøru um alt landi og senda eisini fegin katalog til kundar, sigur Tóra Johansen.
Til ber eisin at seta seg í samband við Vøgguna á heimasíðuni www.voggan.fo