Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:
Tænastan fevnir um øll útbúgvingarøki. Vegleiðingarstovan samstarvar við vegleiðarar runt um í landinum og kann tí veita eina dygdargóða vegleiðing.
Vegleiðingarstovan arbeiðir fyri at styrkja og samskipa vegleiðing í Føroyum.
Ung, sum ætla sær at lesa, hava eins og onnur møguleika at venda sær til Vegleiðingarstovuna við spurningum um eitt nú víðari lestur. Ung í fólkaskúlanum hava eisini møguleikan at ráð føra seg við skúlavegleiðaran í sínum fólkaskúla um útbúgv ingarmøguleikar. og Gongur tú á miðnámsskúla, kanst tú tosa við vegleiðaran á miðnámsskúlanum.
Útbúgvingarappin
Appin kunnar um allar miðnáms útbúgvingar, yrkisútbúgvingar og hægri útbúgvingar í Føroyum. Appin er serliga ætlað teimum, sum á fyrsta sinni skulu velja eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla, tá tað kann tykjast avbjóðandi at fáa yvirlit yvir, hvørjir møguleikar eru. Royn appina við at trýsta á QRkotuna, sum er á myndini, ella tak appina niður á App Store og Google Play, har hon kallast Útbúgvingar.
##med2##
Útbúgvingarspurningar og ivamál
– Vit vilja altíð veita tær eina dygdargóða vegleiðing innan útbúgvingar, læru og karrieru møguleikar, og vit hava góð sambond við onnur til at finna bestu svarini upp á møguligar spurningar og ivamál, sigur Turid Christophersen, sum er útbúgv ingarvegleiðari.
Hon vísir á, at bæði ung og fólk annars, sum tørva vegleiðing, eru vælkomin at venda sær til Vegleið ingarstovuna.
– Vit veita øllum borgarum í Føroyum javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan allar út búgvingar, læru og arbeiðsmøgu leikar.
Útbúgvingarvegleiðarin vísir á, at tey eru mong, sum fara gjøgn um útbúgvingarskipanina og síðani út á arbeiðsmarknaðin á sjálvstøðugan hátt.
– Men so eru tað onnur, sum hava tørv á antin vegleiðing í at velja útbúgving ella hvussu mann søkir inn á útbúgvingar, kunning um útbúgvingar í øðrum londum ella ynski til eitt komandi arbeiðslív. Á Vegleiðingarstovuni verður skipað fyri bókavegleiðing um um útbúgvingarmøguleikar, útbúgvingarval, skiftislestur og sabbatár.
Øll eru vælkomin at venda sær til okkara um at luttaka í bókavegleiðingum, sigur Turid Christophersen.
Samband fæst við Vegleiðingar stovuna við at støkka inn á gólvið á Hoyvíksveg 72 í Havn, við at ring ja á tlf. 200910 ella við at senda ein teldupost á vegleiding@uvs. fo. Vegleiðingarstovan heldur til í sama bygningi, sum Nám, Studni og Undirvísingarstýrið.
Førleikameting
Førleikameting er meting og viðurkenning av førleikum – bæði formligum og óformligum – ið eru vunnir í skúla, á arbeiðsmarkn aðinum, í frítíðini og í gerandis degnum annars. Førleikametingin kann vera við til at gera tað lættari hjá tær sum vaksnum at taka eina útbúgving, og á tann hátt styrkja tína støðu á arbeiðsmarknaðinum. Førleikametingin skal m.a. trygg ja, at tú ikki skalt vera noydd/ur at læra teg førleikar, sum tú longu hevur, sigur Turid Christophersen.
Meting av útlendskum prógvum
Hevur tú eitt útlendskt prógv og hevur trupult við at finna útav, hvussu tað skal skiljast í føroysk um høpi, kunnu vit vegleiða og um neyðugt hjálpa til at senda prógvið til meting fyri at fáa eina staðfesting av, hvat prógvið sam svarar við í Danmark.
##med3##
Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her













