Fyri ári síðani varð roynt við felags familjuguðstænastu fyri alla Suðuroynna í Marghøllini í Vági.
Hetta hepnaðist væl og nú verður tiltakið aftur.
Sunnudagin, 22. februar, kl. 11.00 bjóða kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroy til felagsfamiljugudstænastu í Marghøllini í Vagi.
Á skránni verður sangur, søga, bøn og spæl.
Aftaná gudstænastuna er pizza til døgurða og ein drekkamunnur. Tá børnini hava etið, verða hoppiborgirnar blástar upp, og børnini kunnu eisini sparka og royna klatriveggin.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og okur gleða okum at síggja nógv børn og barnsligar sálir, siga fyrireikararnir, ið eru kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroy.
Myndirnar eru frá tiltakinum í fjør.
##med2##
##med3##













