Loyni­ligar sam­ráð­ing­ar um fram­tíð­ina hjá Grøn­landi

Greining: Ósemjan við Donald Trump hevur flutt seg aftan fyri stongdar dyr. Her er eitt git um, hvat tey tosa um

Grønlendska uttanríksiráðfrúan, Vivian Motzfeldt, danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, tá partarnir hittust at tosa um Grønland í Washington 14. januar

Alt er loyniligt. Eftir 15 mán­að­ir við ógvusligum hótt­an­um og hørð­um krøv­um frá Don­ald Trump, eru nú sam­ráð­ing­ar fyri aft­ur­latn­um hurð­um í Washington um fram­tíð­ina hjá Grøn­landi og kongs­rík­inum.

 

Danski utt­an­rík­is­ráð­har­rin Lars Løkke Rasmussen og grøn­lendska Vivi­an Motz­feldt byrjaðu til­gongd­ina í Washington 14. jan­uar. Síðani hava tveir fund­ir verið við ovastu em­bæt­is­fólk úr Nuuk, Keyp­manna­havn og Washington, og vænt­andi eru fleiri fundir.

 

Vit vita ikki, hvat tey tosa um. Tað ein­asta vit vita er, at sam­ráð­ing­ar­nar fara at hava á­virk­an á alt Norð­ur­at­l­antshav og harvið eisini á Før­oyar. Sam­ráðingarnar fara at av­dúka, um vit fram­veg­is kunnu rokna við USA, hó­ast for­setin ikki virðir grøn­lend­ing­ar og hótt­ir við her­megi, og framvegis virk­ar í Arktis sambært al­tjóða lóg og rættvísi.

 

Vit fáa at síggja. Meðan vit bíða, fari eg at vága mær at gita, hvat sam­ráð­ing­arn­ar fara at snúgva seg um.

 

##med2##

 

Grønland við borðið

 

Fyrst ein sera sentralur fak­tor­ur: Grønland er við borð­ið. Sam­bært grund­lóg­ini er tað fram­veg­is stjórn­in í Keyp­manna­havn, sum hev­ur ræði á trygdar- og verju­pol­i­tikk­i­num hjá kongs­rík­i­num, men sum tað eis­ini er kent í Før­oy­um, so hev­ur ver­u­leik­in langt síð­ani bjóð­að orðaljóðinum í grund­lóg­ini av.

 

Í 2004 varð sonevnda “Verju­av­tal­an frá 1951” mill­um Dan­mark og USA um Grøn­land end­ur­skoð­að, og Grøn­land varð tikið við sum sam­­starvs­fel­agi í av­tal­uni. Nuuk metir tí lut­tøku í sam­ráð­ing­u­num við USA vera einasta góð­kenda møguleikan. Í Keyp­manna­havn vita tey, at sam­ráð­ing­ar uttan Grønland vildu gjørt samstarvið við Grøn­land ómøguligt, og í USA síggja tey tað heilt víst sum ein fyrimun at hava Grøn­land við.

 

Hetta gevur sam­ráð­ing­ar­monn­u­num hjá Trump møgu­lei­k­a­n at spæla Grønland og Dan­mark út ímóti hvørjum øðr­um. Am­er­i­k­an­ar­ar eru ógv­u­liga til­vit­að­ir um grøn­lendska beisk­leik­an yv­ir hjá­landa­tíð­ina og á­hald­andi veik­leik­ar­nar í rík­is­fel­ags­skap­i­num. Ame­ri­k­ansku dip­l­o­mat­ar­nir fara heilt víst at endurtaka boð­skap­in hjá Trump um, at Grøn­land skjótt kann gerast eitt sjálv­støð­ugt ríki, leyst av bond­um til Da­n­mark­ar og fáa nýtt ríkidømi, um grøn­lend­ing­ar velja eitt politiskt sam­starv við USA og geva frá sær sítt pláss í danska kong­a­ríkinum.

 

Hvør eigur Grønland?

 

Hetta tilboðið verður vrak­að. Grøn­lendska leiðsl­an tyk­ist á­hald­andi í síni av­vís­ing av visj­ón­ini hjá Trump um at knýta Grøn­land og USA saman. Sein­ast segði grøn­lendski fíggj­ar­mál­a­ráð­har­r­in, Muté B. Egede, sum var lands­stýr­is­for­mað­ur fram til mars 2025, við TV2, at hann ynskti, at hann hevði vrak­að Don­ald Trump enn greið­ari í byrjanini av 2025. Síð­ani hevur nýggi lands­stýr­is­for­mað­ur­in í Grøn­landi, Jens-Frede­rik Niel­sen, slig­ið fast, at Grønland í løt­uni vel­ur fel­ags­skap­in við Dan­mark, sam­starv­ið ES og NATO fram um USA. Ein mein­ing­a­kann­ing vísti í síðstu viku, at bert seks pro­sent av grøn­lend­ing­um kenna ein fyrimun í einum politiskum sambandi við USA; 85 prosent vraka hug­skot­ið.

 

Hetta er kjarnin í sam­ráð­ing­u­num: Amerikansku diplo­mat­ar­nir fara at end­ur­taka krav­ið um ognarrætt og ræði á Grøn­landi. Hetta verð­ur vrakað, men týðandi grá øki kunnu lata seg upp.

 

USA kann skjóta upp, at Dan­mark og Grønland flyta ræð­is­rætt­in yvir eitt ella fleiri smærri, kanska óbygd øki til USA. Hetta kundi til døm­is verið núverandi øki kring her­støð­ina Pit­u­f­f­ik Space Bace, gamla Thule Air Base, langt norð­an­fyri. Eitt øki uppá góðar 600 fer­kilo­metr­ar; um tvær ferðir so stórt sum Eysturoyggin.

 

Soleiðis hevur Bretland inn­rætt­að seg á Kýpros. Bret­ar hava full­an ræðisrætt yvir tveim­um stórum, bygd­um økjum á oynni – Akrotiri og Dhek­e­lia.

 

Fult fullveldi yvir ein­um ella fleiri økjum við her­støð­um í Grønlandi fer at loyva Donald Trump at lýsa seg sjálv­an sum sig­urs­harra og enda ó­semj­una. Við­halds­fólk hans­ara fara at fegn­ast, og hann fer at kunna steðga hørðu at­finn­ing­um av Grønlandsævintýrinum frá veljarum og parta­bræva­markn­að­um í USA og frá stóru NATO-lond­u­num í Ev­ropa.

 

Kravið um suveren øki til her­støð­ir verður avvíst av Grøn­landi og Dan­mark. At lata frá sær suverenitet yv­ir pørt­um av Grønlandi, líka mik­ið hvussu lítið ella stórt tað er, stríðir ógvus­liga í­móti sjálvsfatan grøn­lend­ing­a; í Danmark fer tað at krevja Fólkatingsins góð­kenn­ing.

 

Ein møgulig semja kann finn­ast í Hong Kong. Í 1898 gjørdu Kina og Bretland eina av­talu, har bretar leig­aðu Hong Kong frá Kina í 99 ár. Kina slepti ongantíð við full­veld­i­num, og avtalan fór úr gildi í 1997.

 

Ein líknandi avtala, har USA leig­ar øki til herstøðir í Grøn­landi í 100 ár, hevði neyv­an kenst eyðmýkjandi fyri Grøn­land og Dan­mark, men valds­við­ur­skift­ini mill­um kongaríkið og USA hava áður kravt trupl­ar við­ur­kenn­ing­ar. Sam­ráð­ing­ar­menn konga­rík­is­ins kunnu eisini verða noyddir at góð­taka minstu semju hesaferð.

 

Gylta hválvið

 

Symbolskir sigrar fara at hava týdning fyri Don­ald Trump. USA hevur næs­t­an frí­ar ræs­ur at økja sína hern­að­ar­ligu nær­veru í Grønlandi sam­bært verju­avt­alu­ni frá 1951, men ein nýggj av­tala, sum bein­leið­is loyv­ir Donald Trump at seta sín so­kall­aða Golden Dome upp í Grønlandi, kann vera ein týð­andi sym­bolsk­ur sig­ur hjá for­set­a­num. »Gylta hválvið« er vi­sj­ó­nin hjá Donald Trump um eitt mátt­mik­ið net­verk av vápnaðum fylgi­svein­um, radarum og ra­kett­­støðum, sum skulu verja Norð­­u­­r­amerika móti kjarn­ork­u­ra­kett­um frá Russlandi, Kina og øðr­um mótstøðulondum í tíð og ævir.

 

USA kann krevja, at Grøn­land verður tikið við í so­kall­aða NORAD-samstarvið, har USA og Kan­ada sam­an byggja verjuskipanir í Ark­tis, og sum er týðandi karm­ur um ætlanirnar hjá for­set­a­num. Mette Frederiksen, for­sæt­is­ráð­frú, hevur givið boð um, at hválv­verk­ætl­anin er kær­kom­in; kanska fer USA eis­ini at krevja, at Danmark sjálvt rind­ar fyri at hválv­ið verð­ur sett upp í Grøn­landi.

 

##med3##

 

Kina er avskorið

 

Eisini skal væntast eitt greitt amerik­anskt krav um, at Kina ikki fær á­virk­an í Grøn­landi, og aft­ur her eru tey gráu økini av­ger­andi. Dan­mark og Grøn­land fara helst at kunna liva við, at kin­es­isk­ar fyri­tøk­ur verða avskornar frá at gera í­løg­u­r til døm­is í havn­ar­virk­semi, fjarskifti og ann­að týdn­ing­ar­mik­ið und­ir­støðu­kervi í Grønlandi, og at Kina verð­ur hildið burtur frá týð­andi min­e­r­al­u­num í Grønlandi. Lóggáva um trygd­ar­kann­ing av út­lendsk­um íløgum er longu í gongd í Grønlandi, so hug­skot­ið um Kina-bremsu er væl kent í Nuuk.

 

Spurningurin er so, um am­er­i­k­an­ar­ar fara at gera meira fyri at forða fyri, at Grøn­land verður bú­skap­ar­liga bundið av Kina. Um­leið 20 prosent av út­flutn­ing­i­num av fiski og rækjum hjá Grøn­landi fara í løtuni til Kina, og Grønland vil selja meira. Allir føroyingur vita, hvat ein slíkur kundi merk­ir fyri búskapin og fram­tíð­ina. Um USA vil seta brems­ur á útflutningin hjá Grøn­landi til Kina, krevur tað mót­til­tøk og truplar samráðingar.

 

Ekslusiv mineral?

 

Økt amerikonsk atgongd til grøn­lendsku undirgrundina verð­ur sanniliga eisini part­ur av sam­ráð­ing­u­num. Don­ald Trump tosaði um rá­evn­ini í Grønlandi longu í 2019, tá hann fyrstu ferð tosaði um ynski sítt um at keypa Grøn­land.

 

Nuuk hevur leingi arbeitt við at lokka amerikanskar íleggj­ar­ar til náms­rakst­ur í Grøn­landi – uttan stórvegis eydnu. Námsrakstur í Ark­tis er dýr­ur og trup­ul. Tað er tó framvegis møg­u­ligt, at am­er­ik­ansk­ir sam­ráð­ing­ar­menn fara at krevja, at bert USA hevur atgongd til  sjáldsom jarðevni í grøn­­lendsku und­ir­grund­ini og øðr­um stein­sløg­um av stra­t­eg­isk­um týdn­ingi fyri amer­i­konsku verjuna og ídnaðin - um­framt serliga góðar bú­skap­ar­lig­ar um­støð­ur hjá amerikonskum fyri­tøk­um. Kanska fer USA eis­ini at krevja ávirkan á sjálva um­sit­ing­ina í Nuuk: Námsfeløgini gremja um ó­van­liga seina máls­við­gerð.

 

Eis­ini hetta punktið kundi ført til truplar sam­ráð­ing­ar, sum røkka langt inn í sjálvs­­fat­­an kong­a­rík­is­ins og Grønlands egnu fram­tíð­ar­vi­sjón­ir.

 

Nær verða tey liðug?

 

Eingin tíðarkarmur er fyri sam­ráð­ing­arnar, men Don­ald Trump fer heilt sikk­urt at ynskja eina av­talu, sum kann hjálpa hon­um í týdn­ing­ar­mikla mið­skeið­is­val­i­num í USA í nov­em­ber. Tað verður ikki lætt.

 

Í longri tíð hava Trump og hans­ara innari bólkur ver­ið illa kunnaðir um Grøn­land, men nú geva sam­­ráð­ing­ar­nar tíð til at savna vitan og fín­pussa a­me­r­i­k­onsku krøv­ini, men eisini at rað­festa grønlendsk-donsku mót­­ynsk­ini og upp­skot­ini. Sam­ráð­ing­ar­leið­ari frá grønlendskari síðu er Min­i­n­n­g­u­aq Kleist, leið­ari í Utt­an­rík­is­ráð­num í Nuuk, og úr Dan­mark leiðarin á deildini hjá Utt­an­rík­is­ráð­num í Keypmannahavn, Jep­pe Tranholm-Mikkelsen.

 

Martin Breum er journalistur, vertur í poddvarpinum “Koldfronten - slagið um Grønland og Arktis” og høvundur og hevur millum annað skrivað bókina “Grønland og den amerikanske forbindelse”

 

Grønlendska uttanríksiráðfrúan, Vivian Motzfeldt, danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, tá partarnir hittust at tosa um Grønland í Washington 14. januar

Martin Breum er journalistur, vertur í poddvarpinum “Koldfronten - slagið um Grønland og Arktis” og høvundur og hevur millum annað skrivað bókina “Grønland og den amerikanske forbindelse”

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og grønlendska uttanríksiráðfrúan, Vivian Motzfeldt, á veg á fund við Vance og Rubio í Washington 14. januar.