Vegurin í Skálafirði

Tað er ótrúligt, at eysturoyartinglimirnir hava megnað at koma ígjøgnum enn eitt valskeið UTTAN at hol er sett á at gera vegin í Skálafirði.

Tað er ótrúligt, at eysturoyartinglimirnir hava megnað at koma ígjøgnum enn eitt valskeið UTTAN at hol er sett á at gera vegin í Skálafirði.

 

Hesin fløskuhálsurin millum breiðu autostradurnar báðu megin Skálafjørðin er bæði lívshættisligur og ferðsludarvandi.

Vegurin hevur staðið í samferðsluætlanini hjá Landsverki í eitt mannaminni, og fleiri ferðir eru pengar settir av á fíggjarlógini til endamálið fyri síðani at verða tiknir av aftur og brúktir til okkurt annað.

 

Í 2009 sá eina løtu út til, at nú fór at bragda. Vegurin varð boðin út í almennari lisitasjón, og lægsta boðið ljóðaði á slakar 43 milliónir krónur.
Pengarnir vórðu settir av á fíggjarlógini, men tiknir av aftur, tá til stykkis kom, og ætlaða vegagerðin steðgað.

 

So løgið tað ljóðar var ætlanin ísað niður aftur av sama sjálvstýris-landsstýrismanni, ið setti alt annað til viks og sítt politiska lív upp á spæl fyri at fáa stungið Eysturoyartunnilin út í kortið.
Margháttligt, tí ein nýggjur vegur í Skálafirði væl sagtans er at meta sum ein av fortreytunum fyri, at Eysturoyartunnilin til sína tíð yvirhøvur kann lata upp. Tí við nógv øktu ferðsluni, ið tá má væntast á farleiðini, fer hetta vegastrekkið í verandi líki at vera fullkomiliga óforsvarligt.

Vegurin í Skálafirði eigur tí beinanvegin aftur at fáa hægstu raðfesting í íløguætlanini hjá Løgtinginum.

 

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi