Viljormur Davidsen hevur higartil í ár verið ein av profilunum hjá Vejle BK, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Í fyrsta dystinum í ár skeyt hann eitt av málunum í 2-1-sigrinum ímóti Brønshøj, og fyri hálvari triðju viku síðani legði hann upp til bæði málini í 2-2-javnleiki ímóti FC Roskilde.
Tað, at hann er umráðandi fyri liðið, var aftur sjón fyri søgn í kvøld, tá ið Vejle BK tapti 0-2 á heimavølli ímóti oddaliðnum, Vendsyssel FF. Viljormur var ikki við vegna landsliðsuppgávuna ímóti Finnlandi sunnudagin, og tí var tað avloysari hansara á vinstra bakki, fyrrverandi Brøndby-leikarin, Daniel Norouzi, sum spældi allan dystin.
Hetta var triðju ferð í ár, at Viljormur Davidsen ikki var í byrjunaruppstillingini. Vejle BK hevur tapt tveir dystir í landskappingini í ár, og í báðum tapunum hevur Viljormur sitið uttanfyri – fyrst við skaða og nú vegna landsliðsuppgávu. Hinvent liðfeløgunum, so hevur hann harvið ikki kent smakkin av at tapa hetta kappingarárið.
Vejle BK, sum í løtuni er á 8. plássi við sjey stigum, skal í næsta umfari á vitjan hjá AC Horsens. Hesin dysturin verður sunnudagin 14. septembur. Tá er talan um dyst ímillum tveir føroyingar, tí umframt Viljorm í Vejle BK, so spælir Sonni Ragnar Nattestad í AC Horsans, hagar hann er útleigaður frá FC Midtjylland.