Veldugir land mundu væla: Farnir undir várróðurin

Enn sum áður er Norðhavið álitið hjá útróðrarmonnunum. Teir koma langvegis at tryggja sær part av várróðrinum norðanfyri

Edvard Joensen


Høgættin er bítandi køld á Eiði. Kavin liggur í sjóvarmálan og vindurin strýkur suður eftir fjørðinum.

Norðhavið, sum enn er álitið hjá útróðrarmanninum, sum tað var bæði fyri og eftir, at Mikkjal á Ryggi yrkti um áttamannafarið, er ikki í serliga góðum skørum í dag. Torvanes liggur javnt undir, og tað brýtur langt upp á Líðarenni.

Við nøsini rætt upp í vindin koma fýra bátar grøvandi norður eftir Sundalagnum. Ivaleyst nakrir suðringar, sum ætla sær at rógva út norðanfyri, nú várróðurin stundar til, verður tosað.

Tað er bara ein háttur at finna út av, um soleiðis er. Tað er at fara at tosa við menninar.

Og »mikið rigtugt«, sum gomul fólk viðhvørt enn taka til. Tað vóru suðringar, sum komnir vóru norður um at vinna sær nøkur oyru.

Hetta, at fremmandamenn koma norður um hesa ársins tíð, er vorðið alt meira vanligt seinnu árini. Nú eru umstøðurnar eisini vorðnar nógv betri, enn tær vóru fyrr. Havnarviðurskiftini eru góð. Væl ber til at sleppa av við fisk, og bátarnir eru so mikið stórir, at menn fáa búleikast umborð.

Umborð á Egili M er Arthur einsamallur. Tveir av hinum trimum bátunum, sum komu úr Trongisvági hendan dagin, eru eisini mannaðir av einsamøllum monnum. Við tí triðja eru teir tveir mans.

Arthur sigur frá, at teir hava verið her nú í fleiri ár á rað. Og tað ber til, letur hann at. Sjálvur hevur hann ein hampiliga stóran glasfipurbát, eins og hinir, sum komnir eru. Allir eru teir trongisvingar, sum komu hendan dagin.

Teir vóru komnir norður um fjørðin mikudagin í seinastu viku. Dagin fyri illveðrið, sum legði partar av landinum lamnar. Men hjá teimum bilti ikki. Teir fóru fyrst á Runavík og lógu so har einar tveir dagar, áðrenn avgjørt varð at fara til Eiðis.

Tað er høgligt at rógva út av Eiði. Arthur sigur, at teir okkurt ár hava verið í Oyndarfirði, men ymisk viðurskifti gjørdu, at teir fóru til Eiðis. Og á Eiði hevur teimum dámt væl. Gott at liggja og lætt at sleppa av við fiskin.

Tað døggar nakað illa í stýrihúsinum á Egili M. Arthur kókar grind í lugarinum. Hann hevur riggað sær eina koyggju í ár, greiðir hann frá. Fyrr hevur hann sovið á bonkinum, men hetta er nógv betri. So nú er trengri, enn tað hevur verið. Men hann heldur tó, at einir tveir mans fáa sitið við borðið, og so er einki fyri at rætta døgurðan um lúnningina til bátin, sum liggur uttaná. Hann kókar til allar, sigur hann.

Vit práta um leyst og fast, og Arthur fegnast um, at nú ber aftur til at fiska frítt við snelluni norðanfyri.

Hann helt lítið skil vera í, at leiðir vóru stongdar fyri snelluveiðu á Norðhavinum í fjør. Makan til fávitsku hevur hann ikki kent, heldur hann. Tí einum er hann 100% vísur í, og tað er, at snellan oyðir ongan stovn.

Harragud, tá fiskurin ikki sjálvur vil taka, er einki at gera við hann. So svimur hann víðari og fríggjar og gýtir, sum hann vil. Øðrvísi er við trolarunum. Teir geva ongum frið, so har er í lagi at stongja, eru suðringarnir púra samdir um.

Eitt er, at tíðin er góð til fiskiskap norðanfyri. Men sunnan fyri er púra eiðasørt, láta teir at, so tað er ikki so nógv at ivast í hjá teimum, siga teir. Og teir siga frá, at tveir aðrir suðuroyarbátar eru komnir undan teimum, og fleiri eru væntandi. So alt í alt verður tað ein fittur floti, sum væntast kann at taka støð á Eiði, nú várróðurin rættiliga skuldi farið í gongd.

Men sum er sær púra einki út. Veðrið hevur verið rættiliga ólagaligt, og hendan dagin var so ikki hugsandi um at fara gjøgnum Flógvan við so smáum bátum.

Hinir báðir suðuroyarbátarnir, sum fyrr vóru komnir norður, høvdu verið onkran dag, visti Arthur at siga frá. Annar hevði fingið góð 1.000 pund. So við prísinum, sum er í dag, er tað bara »allright«, halda teir.

Tað hanga nakrar dergur á skottinum. Nakrar eru av gamla, traditionella slagnum, meðan nakrar hava snaraðar buktir.

Tað er tí, sigur Arthur, at teir eru farnir at halda tað vera betri. Teir halda, at beitan stendur betri frá, tá buktin er snarað.

»Men jeg veit ikki. Jeg havi ikki verið har niðri og sett tað sjálvur«, sigur hann. Men hann vil tó royna tað, tá nú aðrir siga tað vera best.

So er kókað, heldur Arthur og fer at leggja uppúr. Hann rópar á menniniar í hinum bátunum, at nú er skaffitíð, og teir koma beinanvegin at fáa sær.

Og meðan eiðismenn gera tunnuna klára at sláa um kvøldið, sita fýra suðringar niðri við flótibrúnna og eta grind, sum Arthur hevur kókað á oljukabússini í lugarinum á Egili M.