Nýggi flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, Moderatarnir, hava lagt seg í miðjuna í donskum politikki. Flokkurin stendur til at fáa gott val og kann verða avgerandi fyri, hvørjumegin miðjuna stjórn verður skipað eftir valið.
Higartil hevur Lars Løkke Rasmussen ikki viljað peikað á nakran av teimum trimum, sum bjóða seg fram sum forsætisráðharri.
Kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, vísir, at 59 prosent av veljarunum hjá Moderatarnir ynskja sær borgarligan forsætisráðharra. 42 prosent peika á Jakob Ellemann-Jensen úr Vinstraflokkinum, og 17 prosent vilja heldur hava Søren Pape Poulsen úr Konservativa flokkinum. 41 prosent vilja hava Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum sum fortsætisráðharra.
Jakob Engel-Schmidt, sum er eitt av álitisfólkunum í Moderatunum, segði leygardagin, at flokkurin kann samstarva við øll trý, ið vilja vera forsætisráðharri. Lars Løkke Rasmussen segði fríggjadagin við miðilin Zetland, at Javnaðarflokkurin eigur at vera partur av næstu stjórn í Danmark, tí flokkurin er tann einasti við forsætisráðharravalevni, ið ynskir breitt samstarv í donskum politikki.
Ritzau skrivar, at seinasta veljarakanningin hjá Voxmeter, sum varð gjørd leygardagin, vísir, at Moderatarnir fáa 8,8 prosent av atkvøðunum. Reyði blokkurin stendur til at fáa 86 tingfólk, blái blokkurin 73 tingfólk. Hetta er uttan Moderatarnar og norðuratlantisku limirnar. Tí hevur hvørgin blokkurin meiriluta à 90 tingfólk uttan antin flokkin hjá Løkke ella føroyskar ella grønlendskar tinglimir.