Vendsyssel fekk stig á torførum útivølli

Ari Olsen er enn ósigraður í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

Sunnudagin var Ari Olsen aftur við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Vendsyssel FF spældu javnleik 1-1 móti Næstved í dysti í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Emil Grønn Pedersen, ið er væl kendur frá bestu føroysk fótbóltsdeildini legði Vendsyssel á odda longu í fjórða minutti. Bert 12 minuttir seinni javnaði Næstved til 1-1, og so komui ikki fleiri mál í dystinum. 

 

Ari hevur sostatt enn ikki upplivað at tapa ein dyst í deildini.

 

Vendsyssel er fjórðfremst í deildini við 31 stigum. AB er greitt oddalið við 42 stigum.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur Vendsyssel dyst á heimavølli móti Thisted.