Alexandre Silva og Jens Erik Rasmussen hava saman við nevndini hjá Venjarafelag Føroya skipað fyri einari kveikingarferð í brasilska høvuðsstaðnum Rio, skrivar Venjarafelagið á heimasíðuni.
- Skráin er drúgv, men eisini sera spennandi. Vitjað verður hjá Flamengo, Fluminense, Vasco da Gama, Botafogo, fótbóltsskúlanum hjá Pelé og brasilska fótbóltssambandinum. Harumframt eru tveir dystir á skránni. Í høvuðsheitum eru tað venjingarnar, sum eru áhugaverdar, men føroysku venjararnir vóna eisini at koma á tal við brasilska venjarar, skrivar venjarafelagið.
Alexandre Silva er úr Brasil, men hevur verið í Føroyum í fótbóltsørindum síðani 2002. Hartil hevur Jens Erik Rasmussen havt nógv samband til Brasil. Tí liggur væl fyri hjá teimum báðum at skipa fyri eini líknandi ferð.
Ferðalagið telur tíggju venjarar. Teir eru Hegga Samuelsen, Eli Hentze, Karsten Hansen, Alexandre Silva, Jóan Pauli Jacobsen, Jens Erik Rasmussen, Símun Eliasen, Sorin Anghel, Pætur Niclasen og Frankie Jensen.