Klaksvík:
Á móttøkuni leygardagin segði Eyðun, at henda kappingin er ein góð venjing til Olympiaduna, sum verður seinni í hesum mánaðinum.
Hann segði eisini, at hann fór at fáa sína sak fyri beinanvegin, tí hann skuldi møta tí sterkasta. Hann segði, at hann var bæði spentur, glaður og nervøsur fyri hesum møguleikanum at telva ímóti so sterkum telvarum.
- Kim Pilgaard er rataður 200 stig hægri enn eg á listanum, so eg fari ikki at gráta, um eg tapi. Tað er púra vist. Men eg hevði verðið avbera glaður fyri ein javnleik, segði Eyðun leygardagin.
Og seinni leygarkvøldið, tá fyrsta umfar var av, frættist at Eyðun Nolsøe og Kim Pilgaard høvdu telvað javnt.
Eyðun segði eisini leygardagin, at tað er eitt upplivilsi bara at fáa møguleika til at telva ímóti hesum útlendsku telvarunum.
Hann tosaði eisini hetta at fyrireika seg til eina tílíka kapping.
- Tað kann so at siga ikki lata seg gera í dag, um ein telvari ikki hevur teldu. Allir telvarar í dag hava teldu, so ein kann hyggja eftir og fylgja við talvum á netinum.
Leygardagin klokkan fimm byrjaði so fyrsta umfarið av kappingini, og sum sagt, so eydnaðist tað Eyðuni Nolsøe at telva javnt í móti Kim Pilgaard.
Sunnudagin telvaði hann so í móti Ólavur Simonsen í øðrum umfari, og tað talvið tapti hann. Meðan hann vann ímóti Hans Kristian Simonsen í triðja umfari.
Saman við øllum hinum telvarunum, skal Eyðun so telva tvey talv um dagin, inntil mikudagin, tá kappingin endar.