Føroyska landsliðið spældi í kvøld seinasta dystin í hesari EM-undankappingini, tá Føroyar taptu tepurt 1-0 á útivølli móti Ungarn.
Komandi ár skal føroyska landsliðið spæla í einari nýggjari kapping, tá UEFA Nations League fyri fyrstu ferð verður roynt. Fyrr í dag høvdu vit eina grein um, hvat tann kappingin snýr seg um.
Les eisini: Hava nógv at spæla fyri
Eftir dystin móti Ungarn í kvøld, er nú greitt hvussu seedingin til UEFA Nations League kappingina fer at síggja út í divison 4, har Føroyar skulu spæla.
Tað er greitt at Føroyar verða seedaðir í potti 2, og koma tí at trekkja lond frá potti 1, potti 2 og potti 3. Fýra bólkar verða í Nations League D, har Føroyar koma at spæla.
Londini, ið enda nummar eitt í hvørjum bólki koma víðari til hálvfinalur, og at enda verður ein finala spæld millum tey bæði bestu liðini, ið hava spælt í Nations League D. Vinnarin av deildini tryggjar sær eitt atgongumerki til EM-endaspælið í 2020.
Lutakastið til UEFA Nations League kappingina verður 24 januar.
Nations League D:
Pot 1: Azerbadjan, Makedonia, Hvítarussland, Georgia
Pot 2: Armenia, Lettland, Føroyar, Luksemborg
Pot 3: Kasakstan, Moldova, Liktinstein, Malta
Pot 4: Andorra, Kosovo, San Marino, Gibraltar