Verður fólkaræðið misbrúkt?

Tað fellur mær fyri bróstið,at mál sum longu er vigað á vekt fólkaviljasins og fallið, verður tikið fram aftur av tí grund at ein varðamaður tekur sæti á tingi,

 

Tað hevur verið sagt um fólkaræðið (demokratiið) at tað ikki er ein perfektur leiðsluformur, men tó tann frægasti av teim kendu. Og glað eru vit, at vit hoyra til fólkaræðisliga partin av heiminum og ikki skiftandi diktatur, har kríggj og ófriður mangan skal til fyri at fáa eitt leiðsluskifti.

 

Veikleikar

 

Hvat eru so veikleikanir við fólkaræðinum? Jú tað kunnu verða nógvir veikleikar! Millum annað, so arbeiðir fólkaræðið seint og bestu loysnina fær tú kanska ongantíð, tí tú skal hava øll við – annars er tað ikki fólkaræði.

 

Fólkaræðið kann eins og diktatur verða sett undir umsiting av øðrum. Tað kann verða, millum annað, av fíggjarligum ella hernaðarligum grundum.

 

Vit upplivdu tað undir kreppuni fyrst í nítiárunum, har Danmark tók sær heimildir, sum annars áttu at verið hjá fólki okkara.

 

Vilji fólksins

 

Fyri knapt trimum árum síðani høvdu vit val til løgtingið og Føroya fólk fekk lóggevandi vald samsvarandi fólksins vilja.

 

Í tingsetuni, sum byrjaði ólavsøkudag í 2024, legði landsstýrið fram mál um fosturtøku og bar tað ikki á mál, tí tað ikki var meiriluti fyri tí í lógligt valda stýri okkara. So skuldi ein trúð, at hetta mál var úti av verðini í hesum valskeiðnum, men so bleiv ikki.

 

Tingmaður hjá Framsókn segði tingsessin frá sær og varamaður hansara tók sæti á tingi í hansara stað.

 

Nú vísir tað seg, at varamaðurin hjá Framsókn hevur annan hugburð til fosturtøkumálið enn valdi tingmaðurin hevði. Og sum fylgja av hesum, verður fosturtøkumálið lagt fram aftur.

 

Skal als ikki taka støðu til fosturtøkumálið, men bara ásanna, at talan er um eitt av teimum sokallaðu etisku málunum, og at tað er eitt eymt mál, sum flest øll hava eina meining um. Sjálvur haldi eg, at mál av slíkum slagi eiga at verða viðgjørd við serligari virðing og varsemi, tí málið kann kloyva fólkið í tvey. Eisini vísir tað seg, at tílík mál føra til stórar avleiðingar fyri politiskar flokkar.

 

Fólkaviljin skeiklast

 

Tí fellur tað mær fyri bróstið, at aktuellu umstøðurnar, har tingmaður leggur tingsessin frá sær og letur varðamanninum tingsessin, førir til at mál sum júst er vigað av á vekt fólkaviljasins og fallið, verður lagt fram aftur.

 

Er tað at virða fólkaræði?  Ella skeiklar tað viljan í fólkaræðinum?

 

Vit skipa samgongu við einum meiriluta av tingfólki og soleiðis tryggja vit ,at fólksins vilji er grundarlagið undir førda politikkinum. Men hetta, sum nú gongur fyri seg tykist mær at leggja fólkaræðið undir trýst!

 

Sjálvstýri hevur fyrr víst á, at møguliga er tað ein gongd leið at lata tílík mál fara út til fólkið at avgera.

 

Hetta sum nú hendir er ikki virðuligt fyri fólkaræði!

 

 

 

Sámal Petur í Grund

 

Foksformaður

 

Sjálvstýri