Verið í flestu havnum

Kongaskipið Dannebrog hevur 73 ár á baki, og hevur siglt langt omanfyri 300.000 sjómíl

Skipið er navngivið av Alexandrine drotning í 1931 og virkar nú sum alment og privat residens fyri drotningahjúnunum og limum av kongaligu familjuni, tá tey eru á almennum vitjanum við sjósambandi ella á summarferð í donskum farvatni. Kongaskipið tekur eisini lut í vaktarhaldi og sjóbjarging, tá tað er til sjós.
Dannebrog varð bygt í árunum 1931 til 32 á Orlogsværftet í Keypmannahavn, sum avloysari fyri tað undanfarna kongaskipið, hjóldamparin Dannebrog frá 1879. Tá skipið kemur í danskar og útlendskar havnir verður dekkið aftan nýtt til resepsjónir.
Kongaligu búrúmini fevna um arbeiðsrúm, matsal, felagsrúm og sovirúm. Drotningin hevur sjálv innrættað hesi.
Manningin umborð eru 9 offiserar, sjey sergentar og 36 fólk við verjuskyldu, sum eru serliga útvald av sjóverjuni.
Síðani 1932 hevur skipið siglt langt omanfyri 300.000 sjómíl og vitjað flestu havnirnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Skipið hevur eisini verið í Caribien og í fleiri europeiskum, havnum, serstakliga í Fraklandi.
????
Dannebrog - útgerð og stødd:

Byggiár: 1931-32
Longd: 78,43 metrar
Breidd: 10,40 m
Dýpd: 3,62 m
Masturhædd: 23,00 m
Deplacement, fult lastað: 1238 tons
Høvuðsmaskina: Tveir dieselmotorar B&W Alpha Diesel, typa 6T23L-KVO a 870 HK
Hjálpimotorar: Tríggir dieselmotorer SCANIA, typa DS 11o1 MO 1 a 136 kW
Ferð: 13,5 fjórðingar um tíman
Aktiónsradius: 3600 sjómíl