Uni Holm Johannesen
Jón Simonsen stendur og veittrar við ørmunum á síðulinjuni. Hann og leikararnir hava verið trýstir í seinna hálvleiki, men framvegis er líkt til, at stigini verða verandi í Fuglafirði. Hann stendur spyrjandi. Fimm minuttir eru leiktir afturat vanligu leiktíðini. Frá venjarabonkinum rópar hann aftur á Rúna Gaardbo. Nú má verða liðugt. Og tað er tað eisini. Eftir áhaldandi trýst frá klaksvíkingum, sum als ikki vóru vandamiklir, allan seinna hálvleik, kann hann frøast um triðja sigurin upp í slag. Fólk hava funnist at, men nú sær væl betri út. ÍF er um at koma fyri seg.
Við einum manni í undirtali og sera verjukendum útgangsstøði í seinna hálvleiki, eydnaðist tað í gjár fuglfirðingum at fáa fult, tá KÍ vitjaði. Og tað frøast tey um í Fuglafirði.
Byrjaðu væl
Klaksvíkingar eru í tungum sjógvi. Eli Simonsen og Heðin á Lakjuni eru millum teir sjey á skaðalistanum, og tað hava teir illa ráð til í Klaksvík. Jan Andreasen spældi í gjár á miðvøllinum. Hóast hann ikki gjørdi nógv um seg, merktist týdningurin av honum og hansara drúgvu royndum. Hann valdi oftast røttu loysningar og gav tryggleika til ungu John Hammer og Erland B. Danielsen, sum eisini vóru á miðvøllinum.
ÍF var meira á bóltinum fyrstu løtuna. Serliga tóktust vongverjarnir hjá KÍ – Rudolf Eliasen og Steffan Kalsø – ikki til reiðar, og fleiri ferðir eydnaðist heimaliðnum at sleppa ígjøgnum í borðunum. Tað var eisini eftir líknandi støðu, at fuglfirðingar løgdu seg á odda. Andy Olsen slapp til baklinjuna í vinstru, áðrenn hann sendi í høvdið á Balazs Sinkó, sum stýrdi bóltinum framvið Jákupi Mikkelsen í málinum.
Frank Poulsen noyddist tíðliga í fyrra hálvleiki av vøllinum við skaða. Verjuleikarin Áki Petersen loysti hann av, og hóast Fritleif í Lambanum síðan noyddist á miðvøllin, órógvaði tað ikki.
Eliasen útvístur
Men tað vendi skjótt. Góðar fimm minuttir eftir leiðslumálið var Adrian Strauss spældur einsamallur við málverjan. Við rørslum, sum minti ikki sørt um enska Peter Crouch, slapp hann ikki reiðuliga frá Bartali Eliasen, sum rendi KÍ-framherjan um koll í brotsteiginum. Reytt kort til Eliasen fyri neyðbremsu og brotsspark til gestirnar.
Úr ellivu metrum misnýtti Jákup Mikkelsen, tá hann sendi í stólpan og út. Um tað merkti hansara spæl er ikki til at siga, tí hann var ongantíð í dystinum settur undir trýst. Málverjin var sjálvsagt argur um misnýtta brotssparkið, men tað sást ikki, tá hann – sum hann oftast er – kølin og róligur fann sær aftur vegin í brotsteigin á hinari hálvuni.
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki sást tað ikki, at fuglfirðingar spældu við 10 monnum. Men eftir steðgin var øðrvísi.
Jón Simonsen flutti sínar leikarar einar 15-20 metrar longur aftur á vøllin. Við Andy Olsen sum fremsta mann, royndi heimaliðið at binda um heilan fingur og verja fyri á egnari hálvu. Teir lótu klaksvíkingum bóltin, og tað gjørdu teir púra rætt.
Tí einastu atsóknirnar, sum klaksvíkingar høvdu í seinna hálvleiki, vóru tvær frísparksroyndir frá Tórði Lervig. Dysturin líktist einari miseydnaðari venjing, har álopið skuldi leypa á verjuna allatíðina. Alt ov lítið hugflog var í framrættaða spælinum, og ongantíð royndu gestirnir nýggjar og óvæntaðar loysnir. Men sanniliga eiga fuglfirðingar eisini rós fyri væl skipaða verjupartin. Heimaliðið syrgdi fyri, at leikferðin var drigin munandi niður.
ÍF vann fyri triðju ferð upp í slag, og í Klaksvík gongur einki. Nógvu skaðarnir merkjast sera væl á vøllinum, men tað hjálpir lítið at gremja seg um ymiskt, sum ikki er til at broyta.