Verjuspælari hjá HB skal í sóttarhald

HB verður uttan Samuel Chukwudi komandi tvær vikurnar. Ein flogsfelagi hevur fingið koronu

Koronusmittan ger seg aftur galdandi í samfelagnum, og tað rakar eisini ítróttin. Í fótbóltinum eru flestu av dystunum í 1. deild hjá monnum og U15 hjá gentum útsettir, umframt at dysturin millum Víking og AB er útsettur, sum In.fo kundi fortelja fyrst í dag.

Fyri besta mansliðið hjá HB er støðan tann, at Samuel Johansen Chukwudi ikki verður tøkur komandi tvær vikurnar. Hann skal í sóttarhald, tí ein flogsfelagi á Glasi hevur fingið staðfest koronu, hevur In.fo fingið upplýst úr HB.

Hann er ein av fleiri fótbóltsspælarunum, sum verða testaðir í løtuni. Teir flestu fáa svar upp á seinnu royndina í morgin, undan teimum trimum dystunum, ið verða. Teir eru TB-NSÍ, Skála-ÍF og EB/Streymur-HB.