Skal veljarin taka støðu til VMF, er eisini neyðugt at vita, hvønn politikk fylkingin sjálv stendur fyri. Tí hava vit avgjørt at senda hvørjum húski í landinum eitt eintak av stevnuskrá okkara, og vóna vit, at hon verður lisin við áhuga.
Átrokandi stórmál
Fleiri sera týdningarmikil mál eru at taka støðu til, nú vit nærkast aldarskiftinum.
Neyðugt er við einari gjøllari útgreinan av viðurskiftunum millum Føroyar-Danmark og øllum tí, ið hoyrir við til hendan spurning: Heimastýrislógin, skuldin til Tjóðbankan, Fíggingargrunnurin, Føroya Banki (privatisering ella ikki?), Framtaksgrunnurin, Fiskavirking, bankakanningin, undirgrundin, Danmark og føroyska oljuvinnan, handilssambandið Føroyar og onnur lond o.s.fr.
VMF hevur tað sjónarmið, at føroyingar gjøgnum eina fólkaatkvøðu skulu avgera, hvat samband skal vera millum Føroyar og Danmark í framtíðini.
Fiskivinnupolitikkur
Í VMF eru vit bangin fyri, at um borgarligu flokkarnir sleppa at halda fram at stýra fiskivinnuni, hava vit skjótt nakrar fáar reiðarar, ið sita á øllum fiskirættindunum.
VMF fer framhaldandi at virka fyri, at útróðrarflotin verður varðveittur, og at veiðuflotin verður endurnýggjaður.
Framleiðsla á landi
og oljuvinnan
Átrokandi er at fáa gongd á framleiðsluna á landi, bæði innan fiskiídnaðin og alternativar framleiðslur, so vit fáa landið á føtur aftur.
Í VMF eru vit greið yvir, at skal ein oljuvinna gagna landinum, so er neyðugt at bygdir og býir standa saman, og at vit lurta eftir teimum nógvu ráðgevarunum, ið hava lagt okkum eina við at stýra oljuvinnuni eftir okkara treytum.
Stevnumið, ið skulu
lætta um gerandisdagin
Í skránni eru eisini stevnumið, ið hava til endamáls at lætta um hjá smábarnafamiljum og øðrum.
Íbúðir skulu byggjast á størru plássunum, so fólk kunnu leiga, og ikki skal vera neyðugt at skylda út við eina millión fyri at fáa tak yvir høvdið. Tað almenna skal gjalda størri part av barnaansingini. Fólk skulu í mesta lagi vera arbeiðsleys í eitt hálvt ár, so skulu tey verða sett í gongd við okkurt mennandi. Smáplássini skulu varðveitast, um neyðugt við stuðli.
Stuðlið VMF
Nógv onnur mál, enn her eru nevnd, eru umrødd í stevnuskránni, og vit vóna, sum áður sagt, at hon verður lisin við áhuga.
Í bóklinginum er prentað eitt girokort til fólk, ið vilja gerast limir í VMF.
Tað hevði verið okkum ein góður stuðul, um tit, ið taka undir við sjónarmiðum okkara, høvdu teknað tykkum sum limir í fylkingini.
fyri Verkamannafylkingina
landsf. Alis Jacobsen