Svimjisamband Føroya er í villareiði í hesum døgum.
Tey hava góðar tvær vikur afturat at fyrireika sínar bestu svimjarar til størstu avbjóðingina hjá teimum í ár, Oyggjaleikirnar, og samstundis forðar verkfall hjá Tórshavnar kommunala starvs- og tænastumannafelag (TKST) fyri, at tey kunnu venja sum vanligt.
Seinasti og sera týdningarmikli parturin av venjingini til Oyggjaleikirnar er eftir.
Týsdagin fóru svimjararnir sum vanligt at venja í svimjihøllini í Havn, men á hurðini í svimjihøllini møttu tey einum skelti sum segði, at høllin var stongd. Svimjisambandið hevur sjálvt lykil til høllina og nýtist ikki starvsfólk fyri at venja, og tey tóku sær tí ikki nærri av skeltinum.
Seinnu fingi tey at vita frá hallarleiðaranum, at tey ikki kundu halda fram við venjingini, tí høllin var umfatað av verkfallinum, og leiðarin vildi ikki geva svimjarunum loyvi at venja, fyri enn TKST hevði góðkent hetta.
Svimjisambandið sendi skriv til TKST og bað um loyvið at sleppa at halda fram við venjingini sum vanligt, men svarið var fyrst nei, og verkfalsvaktir vóru setta við svimjihøllina fyri at forða svimjilandsliðnum at sleppa inn.
Seinni strekti TKST seg til, at svimjilandsliðið skuldi sleppa í hylin frá klokkan 3 til 6 um náttina. Og sjálvt fyri svimjarar er tað ein ókristiligt tíðspunkt at venja í.
Kundi arga
vanliga borgaran
Argumentið hjá TKST er, at tað kann arga fólk, at Oyggjaleikalandsliðið sleppur í hylin at svimja, tá vanlig borgarin ikki sleppur, og tí vildi TKST fyrst ikki geva Svimjisambandinum loyvi at halda fram við venjingin. Seinni var loyvi tó givið til, at venjast kundi um náttina, hetta fyri, at fólk ikki skuldu vita av, at aktivitetur var í svimjihøllini hóast verkfallið.
Men hóast svimjararnir sleppa í hylin einaferð hvørt døgn, eru verandi umstøður als ikki nøktandi og í Svimjisambandinum eru tey ørkymlað av støðuni.
Fleiri av svimjarunum ganga í løtuni til próvtøku, og at vera uppi um náttina og venja er sera óheppið. Og illa ber til at flyta venjingina til annan hyl í Havn ella t.d. til Klaksvíkar.
Hevði verkfallið verið mitt um veturin, var eingin trupulleiki, tí so kundu vit vant onkra aðrastaðni ella havt frí í nakrar dagar, men júst nú eru vit í ferð við seinastu venjingarnar áðrenn Oyggleikirnar, og tað er sera umráðandi, at tann venjingini verður gjørd undir teimum umstøðum, sum vit skulu svimja undir á Oyggjaleikunum, sigur Aksel Haraldsen, skrivari í Svimjisambandinum.
Tað vil siga, at hylurin hevur fulla longd og startskammlar eru, tí tað sum fer fram nú er teknisk og intensiv venjing. Svimjararnir taka tíð á teinunum og telja tøkini. Hetta er svimjing sum tað ikki ber til at gera aðrastaðni.
Tað sum undrar tey í Svimjisambandinum er, at tey skulu verða tikin til gíslar í einum stríði, tey als ikki eru partur av.
Og samstundis er einki í vegin fyri, at ítróttur verður íðkaður á øðrum kommunalum vallum og høllum.
Skuldu hava fund um málið í gjár
Í gjár var aftur samband millum Svimjisambandið og Tórshavnar kommunala starvs- og tænastumannafelag, og Svimjisambandið setti felagnum fram ynski um at fáa venjingartíðirnar broyttar, so at ein venjing kundi vera tíðliga um morgunin og ein seint um kvøldið ístaðin fyri bert eina tíð mitt um náttina, sum støðan nú er.
Sjálvt um eg eri sinnaður, at geva svimjilandsliðnum loyvi at fáa øðrvísi venjingartíðir, skal málið fyri á nevndarfundi, sum vit halda seint í dag. segði Andrias Poulsen við Sosialin seinnapartin í gjár.
Í nevndini eru fimm limir, og fram móti nátturaðtíð í gjár skuldi fundur havast um ynski hjá Svimjisambandinum.
Farið var langt út um evstamark her á blaðnum, tá fundurin skuldi vera, og tí kundu vit einki fáa við um hendan fundin í hesum blaðnum, men Sosialurin hevur skilt, at millum fleiri enn ein lim í nevndini hjá TKST var vilji til at loyva svimjilandsliðnum at venja um morgunin og um kvøldið.