Verkfall leggur Grikkaland lamið

Tað er kvirt á nógvum arbeiðsplássum í Grikkalandi í morgun, tí meiri enn tríggjar milliónir fólk hava lagt arbeiðið niður fyri at mótmæla spariætlanunum hjá stjórnini. Ein av ætlanunum hjá stjórnini er at spara í teimum almennu lønunum, og tað hevur gjørt, at tey almennu starvsfólkini sita við hús í morgun. Harafturat hava fleiri fakfeløg á tí privata arbeiðsmarknaðinum eisini lagt arbeiðið niður.

Úr Athen verður sagt, at arbeiðssteðgurin rakar allar almennar skrivstovur, sjúkrahúsini, skúlarnar og bankarnar. Harafturat rakar arbeiðssteðgurin samferðsluna á landi, sjógvi og í luftini.

Fjølmiðlarnir verða eisini raktir, tí griksku tíðindafólkini hava eisini boðað frá arbeiðssteðgi, skrivar AFP.