Verkfallið: Politikararnir skulu halda seg langt vekk

? Leggur Løgtingið uppí verkfallið, verða tiltøk sett í verk, samdust yvir 20 fakfeløg um á stórfundi mánadagin

Verkfall

? Leggur Løgtingið uppí verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum, verða tiltøk sett í verk.
Hetta var greiði boðskapurin frá yvir 20 fakfeløgunum, tá ið tey hittust til stórfund í Havn mánadagin.
Arbeiðarafeløgini høvdu kallað føroysku fakfeløgini á fund í Havn mánadagin at viðgera støðuna á arbeiðsmark naðinum, nú verkfall hevur verið í tríggjar vikur.
Yvir 20 fakfeløg tóku av innbjóðingini.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at talan varum ein góðan fund.
? Arbeiðarafeløgini í verkfalli fingu fullan stuðul frá øllum hinum fakfeløgunum, sigur Ingeborg Vinther.
Men hon sigur eisini, at greiði boðskapurin á fundinum var, at hetta er eitt stríð, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu avgreiða sjálvir. Greiði boðskapurin á fundinum var, at hetta er eitt stríð, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu avgreiða sjálvir.
? Greiði boðskapurin á fundinum var, at leggur løgtingið uppí, verða tiltøk sett í verk, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað varð ikki so nógv tosað um, hvørji tiltøk talan kann verða um.
Tí veit hon ikki um talan verður um samhugaverkfall, ella onnur tiltøk.
?Tað er skjótt at seta tiltøk í verk, so tað skulu vit nokk koma til, sigur hon.
Ingeborg Vinther heldur framvegis ikki, at Løgtingið yvirhøvur kann leggja upp í verkfallið, so at arbeiðararnir fáa 2,75 afturat um tíman um árið, ella hvat tað verður.
Men tey stúra fyri, at tað er júsat hetta, sum tað kann enda við.
?Tað eru nøkur av okkum sum frykta fyri, at orsøkin til, at semingsuppskotið er so lágt, er nettupp við tí í huganum, at endar tað við, at Løgtingið leggur uppí, fer tingið at gera semingsuppskotið til lóg og tað fara vit ikki at góðtaka, sigur Ingeborg Vinther.

Koma broytingar í
Annars høvdu eisini feløgini í verkfalli fund mánakvøldið at tosa um støðuna.
Tá vórðu ætlanir lagdar fyri, hvussu verkfallið skal skipast framyvir, nú onki er hent í tríggjar vikur.
Ingeborg Vinther vil ikki siga, hvat talan verður um.
?Tað einasta, hon vil siga, er, at tað verða broytingar, sum hon tekur til.
Teir næstu dagarnir fara so at vísa, hvat feløgini hava í kvittanum.