– Fíggjarmálaráðið hevur ikki sáttmála við omanfyrinevndu fakfeløg og er sostatt ikki partur av trætuni millum nevndu feløg og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Soleiðis sigur Fíggjarmálaráðið í fráboðan í sambandi við verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum, sum varð lýst í gjár.
– Tað, at stovnar hjá landinum brúka sáttmálarnar hjá arbeiðarafeløgunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, hevur ikki við sær, at arbeiðarafeløgini kunnu leggja arbeiðið niður á stovnum undir landinum, skrivar ráðið.
Fíggjarmálaráðið hevur ikki kollektivan sáttmála við arbeiðarafeløgini.
Arbeiðsfólk, sum arbeiða hjá stovnum undir landinum, eru sett í starv einsæris við einstaka arbeiðsgevaran, og eru tey tí ikki fevnd av (kollektivt) lýsta arbeiðssteðginum.
– Tað er tí ikki rætt, sum formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, sigur í fráboðan síni, at arbeiðsfólk, sum eru sett í starv hjá landinum eru fevnd av lýsta arbeiðssteðginum, skrivar Fíggjarmálaráðið.
– Arbeiðsfólk, sum starvast hjá stovnum undir landinum, fara sostatt ikki í verkfall, so sum lýst er týsmorgunin 14.05.2024 kl. 00.00 (á midnátt mánakvøldið), sigur Jan Mortensen, lønarstjóri í Fíggjarmálaráðnum.