Vermandi keldur í Valletta

27 ára gamli kambsdalsbúgvin Henry Margeir Petersen fann kærleikan í tveimum djúpum, brúnum maltesiskum eygum, eitt lýtt kvøld í Valletta fyri ári síðani. Í dag liva tey dreymin í einum maltesiskum samfelag, har ferðin økist í tráð við fráferðirnar hjá lágprísflogfeløgunum, samstundis sum søgan og mentanin fáa tann vitjandi at steðga á og bara njóta løtuna

Wagga Wagga yeah yeah, this time for Afrika. Summarhittið úr Suðurafrika rung­ar so hart í yvirfylta bussinum, at tað bæði doyvir larmandi motorin og kvalir dieselroykin, ið snýkir seg upp mill­um sveittandi mannamongdina. Vit eru áveg úr Qaura suður móti høvðus­staðnum Valletta. Fólk smílast, og sjálvt tey hepnu, ið hava fingið eitt setur at sita á, røra seg í takt við tónarnar.
Errin greiðir førarin mær frá, at hansa­ra bussur er bygdur einaferð síðst í fjørutiárunum. Komfortin er einki at reypa av, eingir hentleikar eru at finna í sparsomu innrættingini, og bussurin stríð­ist veruliga í mótbrekku.
Okay, onkursvegna skilji eg sjónar­miðið um, at tað kann vera eitt sindur troytt­andi at hava hesar gomlu, gulu buss­ar sum álit í einum hektiskum gerand­is­degi í einum modernaðum sam­felag. Men píkasjey sum tað er sjarm­er­andi at seta seg inn í eitt elli­s­ak­far og lata seg imponera av, at slík enn finnast. Tí vinnur nostalgiin á for­nuft­ini, og eg taki ikki serliga væl ímóti tíðindunum um, at eitt týskt flutn­ings­felag við nýggjum bussum ætlar sær at yvirtaka maltesisku bygdaleiðirnar.
Hetta er onkursvegna ein mynd av tí tvístøðu, sum merkir Malta. Eitt sam­felag, ið bæði vil varðveita og hjúkla um sína serstøku søgu og mentan, men sam­stund­is stendur á speedaranum á veg inn í altjóðagerðina.

Cafe latte
Við borðini á fortovskaféini í Republic Street, vakra og hugnaliga høvuðsgøtan í elsta býarpartinum í Valletta, verður bílagt á maltesiskum, enskum og italsk­um. Og í dag verður eisini heils­­að á føroyskum. Maltesiskt og enskt eru mál, ið eru rótfest niður í yngs­tu flokkarnar í fólkaskúlunum og sum allir maltabúgvar tosa, meðan ávirka­nin frá nærmastu grannatjóð ger italskt til natúrligt tungumál í hesum lítla oyggja­samfelag, har útvið 400.000 fólk bú­leik­ast á einum øki til støddar við Eysturoynna.
Henry Margeir Petersen, ið hevur lis­ið marknaðarføring & búskap á Niels Brock í Keypmannahavn, tók í fjørsummar eitt sokallað erasmus se­mest­er í maltesiska høvuðsstaðnum. Tað var tá, at hann hitti Joannu Delia, ella Jo, sum hon vanliga rópar seg.
- Eg var farin í eina veitslu saman við einum vinmanni, eitt kvøldið í oktober. Og har stóð hon, byrjar hann at greiða frá, og við eitt blívur frá­greið­ing­in til ein argandi dialog millum tey bæði, soleiðis sum bara forelskað pør kun­nu arga hvønnannan.
Tað var kærleiki við fyrsta eygnabrá, og í dag búgva tey saman í hjartanum av Valletta, við útsýni yvir heimskenda havna­lagið.
Henry var liðugur við útbúgvingina í summar, og við próvnum frá Niels Brock í hondini fekk hann arbeiði hjá fyri­tøku­ni Neogames, ið fæst við spøl og casinovirksemi á internetinum. Úr skrivstovunum í Valletta bjóðar fyri­tøk­an seg fram kring alt Evropa, og upp­gávan hjá Henry er at røkja danska mark­n­aðin. Joanna er útbúgvin lækni, hon arbeiddi á einum sjúkrahúsi í trý ár, áðrenn hon í 2007 fór at arbeiða við derma­tologi. Í vár lat hon upp egna kli­nikk í grannabýnum hjá Valletta, Slie­ma. Joanna er einans 29 ára gomul, men skúla- og útbúgvingarskipanin á Malta er soleiðis samansett, at til ber at nema sær hægri útbúgving á rættu­liga ungum aldri, samanborið við norður­lenska leistin.

Føtur undir gamalt borð
Tað er týðuligt, at Joanna elskar og er errin av sínum landi. Hon kennir hvønn krók, fylgir væl við í politikki og samfelagsviðurskiftum annnars, og hevur stóran áhuga í turbulentu søguni hjá Malta.
- Kanska er tað tí, at vit bæði eru oyggja­búgvar, at vit passa so væl sam­an, sigur hon brosandi móti sínum før­oys­ka sjeiki.
Tað er nakað serligt við fólki úr smá­um samfeløgum. Onkursvegna tyk­ist sum kenna tey meira til sítt land, engagera seg meira í tí og hava sterk­ari meiningar, samanborið við fólk úr størri samfeløgum. Ein stuttlig søga av Mal­ta sigur, at politisku diskusjónirnar gingu so heitar, at myndugleikarnir í 1992 settu forboð fyri at diskutera poli­tikk á vertshúsum. Tosar tú politikk á Malta, so slepst ikki uttan um gamla sosia­lista­leiðaran Dom Mintoff, sum í eftir­krígs­tíðini stóð á odda fyri Sosia­lista­flokkin í samfull 35 ár. Í 16 ár var hann landsins leiðari, bæði undir bretska yvirvaldinum og eftir endaligu loys­ing­ina í 1974. Tað var Mintoff, sum eftir eina ósemju við bretar gjørdist so firtin, at hann strikaði hópin av bretskum gøtunøvnum og setti malte­s­isk nøvn í staðin. Tað var hann, sum í sjeytiárunum gav eini kinesiskari sjoku­látu­fabrikk einkarætt at framleiða og selja sjokulátu á Malta, fyri síðani at vera møttur av vreiði, tí fólkinum ikki dámdi hetta slagið av sjokulátu. Og tað var eisini Mintoff, sum fá ár eftir loysingina frá Bretlandi kravdi so høga leigu frá bretsku herflotastøðini á oyn­ni, at bretar valdu at rýma. Jú, Malta hev­ur roynt at ganga egnar leiðir, men um aldarskiftið vildi samfelagið ganga í takt við tey stóru inni í Evropeiska Sam­veldinum, og í 2004 fekk tjóðin ES-limaskap.
Malta hevði eina serstøðu hjá teimum sam­eindu undir seinna heimsbardaga. Av fortovskaféini í Republic Street eru bara fáir metrar yvir til loyniligu, strateg­isku, høvuðs­støðina hjá teimum sam­eindu í Mið­jarð­ar­havinum undir seinna heims­­bardaga, sum fyri stuttum varð latin upp fyri almenninginum. Støðan hjá Malta mitt í Miðjarðarhavinum og stóra, bretska herstøðin í Valletta gjørdu høvuðsstaðin til eitt bumbumál hjá týsku og italsku hermegini. Hóast bumbur­nar regnaðu yvir býin fyrstu krígs­árini, sæst aldargamla søgan hjá Val­letta framvegis allastaðni í býar­mynd­ini.
Líka til sjeytiárini var maltesiski høvuðs­staðurin ein býur, týðuliga merkt­ur av vertshús- og skøkjulevnaði, sum kom í kjalarvørrinum av bretsku her­monnunum á oynni og sjómonnum. Men í sjeytiárunum flutti ein rættuliga stór­ur partur av fólkinum úr býnum, og fram­vegis eru nógv tóm hús í Val­letta. Hetta gevur møguleikar fyri til­flytarar og onnur, sum vilja royna eydnu­na í Val­letta, og tað í eini tíð, har myndug­leik­ar­nir gera stórar íløgur í at fríðka býin.
Joanna Delia og Henry Margeir Peter­sen hava tikið kjansin og sett føtur undir egið borð í hjartanum av elsta býar­part­inum í Valletta.
- Ja, her er eitt sindur at taka hond­ina í, siga tey skemtandi, tá vit stíga innar í 400 ára gomlu húsini hjá teim­um.
Húsini eru høg og smøl, fastbygt er til báðar síður, og stinga tey seg fimm hædd­ir upp í loft. Jú, nógv er at gera við húsini, onkustaðni má farast við stiga millum hæddirnar, meðan tey íð­in greiða frá sínum ætlanum. Viður og timbur verður at kalla ikki brúkt á hes­um breiddarstigum, so múrsteinar, grót og sement verður álitið í teirra byggi­ætlan. Komin upp á terassuna á fim­tu hædd taka vit eitt tørn afturat, heilt upp á takið.
Sólin stendur høgt á himli yvir Val­letta henda seinnapart í september, hit­in er um 30 stig, og spegilsklári sjógv­ur­in í stórsligna havnalagnum verður bara brotin av skipunum, ið stev­na út og inn. Havnin í Valletta er eitt natúrligt mál hjá flestu cruise­skip­um í Miðjarðarhavinum, og hvønn dag vit­ja fleiri av hesum havsins ris­um bý­in. Av takinum síggja vit eisini yvir á niðurløgdu, bretsku her­flota­støðina, sum í dag verður nýtt til films­fram­leiðslu.
- Hetta er eitt stórt projekt fyri okk­um, og tað fara helst at ganga fleiri ár, áðr­enn vit eru komin á mál og hava sett øll húsini í stand. Men tað er spennandi, og vit kunnu ikki siga annað enn at vit búgva væl fyri, sigur Henry áðrenn vit leita okkum niður aftur av takinum.

Flogbrúgv setir ferð á
Tað er enn eingin standmynd av Michael O’Leary á Malta. Men karismatiski stjór­in í lágprísflogfelagnum Ryanair fær smílini fram á teimum flestu, tá prátið kemur inn á ferðavinnu, ferða­sam­band og kostnað. Ryanair hevur snøgt sagt givið Malta luft und­ir veingirnar, felagið hevur gjørt risa íløgur í floghavnina á oynni, og hevur hvørja viku 120 fráferðir til og av Malta til 20 býir í Evropa. Prísurin fer ongantíð hægri enn nakrar fáar hundr­að krónur.
Eg lovi at flyta tykkum eina milli­ón ferðandi til Malta um árið, skal O’Leary hava sagt í samráðingunum við maltesisku myndugleikarnar í vár, og hetta lyfti sæst aftur í ferðavinnuni, sum er høvuðsvinna á Malta. Onnur lág­prís­feløg hava somuleiðis sæð møgu­leikar í Malta, og turru tølini yvir ferð­andi um floghavnina stuðla undir smíl­ini hjá mongu maltesarunum, ið liva av ferðavinnuni. Fyrstu tríggjar árs­fjórð­ingarnar í ár fóru 2,6 milliónir fólk um einastu floghavnina á oynni, og hóast altjóða fíggjarkreppan hevur rakt ferðavinnuna nógvastaðni, so er ferða­fólkatalið á Malta økt millum 15 og 19 prosent í summar, sammett við fjør­summar.
Eisini Joanna og Henry fegnast um møguleikarnar, sum bíligu ferða­seðl­ar­nir hjá lágprísfeløgunum geva.
- Ímynda tær at fara ein svipp til ein evropeiskan stórbý fyri nakrar fáar hundrað krónur. Vit búgva í ein­um lítlum oyggjasamfelag, men eru kort­ini so nær við umheimin, at vit uttan stór­vegis kostnað kunnu uppliva stór­b­ý­ir og onnur spennandi støð. Tað ger tað nógv meira áhugavert at búgva her, siga tey bæði í ein munn, og byrja í sama andadrátti at fortelja um ferðina til Venedig herfyri.
Hetta tykist vera breiða fatanin mill­um manna. Bøtta og bíliga ferða­sam­band­ið hevur av álvara fingið hjól­ini at mala skjótari, og tað merkist alla­stað­ni hjá teimum, sum hava nakað við ferðavinnu at gera - tað veri seg á gistingarhúsunum, matstovunum, teim­um sum skipa fyri útferðum, hýru­vogns­førarum og so framvegis. Ella, sum ein smílandi hýruvognsførari tók til tann eina dagin: Ryanair gevur mær ovmikið av arbeiði og harvið góða inn­tøku, og so fái eg eina bíliga feriu uttan­lands omaná tað heila.

Riddari í Valletta
Henry hyggur at klokkuni. Hann hevur eina avtalu við eitt filmsframleiðslulið, sum vil hava statistarnar til ein kom­andi spælifilm at møta upp og royna bún­ar­nar. Malta er tiltikið fyri sítt góða og støðuga veðurlag, her skínur sól­in 250 dagar um árið, og tað gevur films­framleiðarum best hugsandi ar­beiðs­um­støður. Síðani sjeytiárini hevur films- og lýsingarvinnan nýtt Malta til upptøkur, og millum ár og dag eru ikki so fáir Hollywood filmar tiknir upp á Malta. Av teimum kendastu kun­nu nevnast stórfilmar sum “Greivin av Monte Cristo”, “Gladiator” og “Alex­and­er.” Javnan verða heilir býlingar broytt­ir, pyntaðir og brúktir til leik­tjøld í einum filmi, og ikki so sjálvdan upp­liva íbúgvarnir herflogfør í “bardaga” í maltesiska loftrúminum ella stór sjó­ræn­ara- ella krígsskip á vágni. Og enn minn­ast mong maltesisk kvinnuhjørtu aft­ur á, tá Orlando Bloom og Brad Pitt spák­aðu í gøtunum í fríløtunum millum upp­tøkurnar til “Troy”. Virksemið hjá films­vinn­uni kastar eisini væl av sær til mal­tes­iska samfelagið, bæði í umrøðu og virksemi – og so eru eisini fitt av fólki knýtt at feløgunum, sum útvega film­s­lið­un­um statistar.
Tað gongur skjótt fyri seg við bún­un­um, og ein tíma seinni er Henry til­nevndur riddara. Ein treyt er tó, at hann letur rakiknívin liggja og skeggið vak­sa til upptøkurnar, sum fara fram um nakrar vikur.
- Tað er ótrúliga stuttligt at vera við og á henda hátt fáa eitt sindur av innlit í filmsframleiðslu og hvussu arbeitt verð­ur, sigur Henry, sum er fastur fúsur sum statistur, hvørja ferð boð eru eftir hon­um.
Higartil er tað blivið til tríggjar leik­lut­ir, tvær ferðir í filmsframleiðslu og einaferð til eina lýsing.

Frískt fyri eina fimmkrónu
Tey flestu, sum hava vitjað sunnaru breidda­rs­tigini, munnu minnast aftur á fríska grønmetið og fruktina, ið seta sín serliga dám á máltíðirnar. Í so máta er Malta eitt Mekka.
Sunnumorgnar plaga Joanna og Henry at leita sær teir fáu kilometrarnar til havnabýin Marsaxlokk, ið er tiltikin fyri sín festa fisk, grønmeti og frukt. Á marknaðinum ber til at keypa tær frískas­tu vørurnar fyri ein bíligan penga.
- Tað er sera hugnaligt at fara á torgið sunnumorgnar, og góðu rá­vør­ur­nar gera tað eisini sera hugaligt at mat­gera, siga tey bæði við ein munn.
Kostnaðarstøðið er rímuligt á Malta, tað er bíligt at búgva og liva á oynni, og sjálvt frískastu vørurnar fáast fyri lít­ið og lætt á torginum.
- Hetta er absolutt eitt stórt pluss við at búgva á Malta. Eisini er Valletta ein sera áhugaverdur býur við nógvari ment­an og list, og fólkið er sera fitt og frynt­ligt. Og so ger tað ikki støðuna verri, at her eru 250 sóldagar um árið at njóta góðu strendurnar, sigur Henry.
Áðrenn kambsdalsbúgvin flutti til Malta, búði hann útvið fýra ár í Dan­mark.
- Tað, sum mær mest leingist eftir í Føroyum eru vinir og familja, og onkun­tíð eru grønu fjøllini í huganum. Men eg fór uttanlands fyri at víðka sjónar­ring­in, og tað geri eg so avgjørt her á Malta, leggur hann afturat.
Tað er langt av dalinum innanfyri Varma­keldu­eiði suður til vermandi keldur­nar í Valletta. Joanna og Henry vóru fyrstu ferð í Føroyum saman í sum­mar, og eisini fáa tey javnan vitj­an av familju og vinum heimanifrá. Har­­aftur­­at gevur internetið góðar møgu­leik­ar at fylgja við í føroyska sam­felag­num.
- Eg má viðganga, at í løtuni havi eg trupult at ímynda mær, at vit búseta okk­um í Føroyum, sigur Henry og legg­ur við einum skálkabrosi afturat:
- Men føroyingur fer man altíð at vera.