Vert at vita

Nøkur met frá landsliðnum

 

Kurt elstur


Elsti málskjúttin í føroyskum landsliðshøpi gjørdist Kurt Mørkøre, tá hesin skoraði til 2-0 í útidystinum móti Luksemburg hin 24. mars í ár. Sostatt eiga Mørkøre meninir bæði metini í so máta, tí Allan Mørkøre eigur ? sum nevnt aðrastaðni í blaðnum ? framvegis metið sum yngsti málskjúttin á landsliðnum.

ie


Visti tú at:

Johan Byrial Hansen er einasti landsliðsleikarin, sum ongantíð hevur leikt við nøkrum føroyskum felag. Annars hava hvørki Súni Olsen ella Jákup Mikkelsen umboðað føroysk feløg, tá teir hava verið í dysti á landsliðnum.


Flestir úr HB

Í alt hava 44 feløg havt umboðan á føroyska landsliðnum. 17 teirra eru føroysk, meðan ikki færri enn 27 útlendsk feløg hava verið umboðað.

Tað felagið, sum hevur átt størstu umboðanina, er HB, sum higartil hevur havt 16 leikarar á landsliðnum. Teir 16 leikararnir eru Uni Arge, Jan Dam, Andrew av Fløtum, Andreas F. Hansen, Hans Fróði Hansen, Rógvi Jacobsen, Jóannes Jakobsen, Jóhannis Joensen, Kaj Leo Johannesen, Julian Johnsson, Gunnar Mohr, Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Ingi Rasmussen, Jens Erik Rasmussen og Kári Reynheim. Kemur Jón Rói Jacobsen á vøllin ein av komandi dystunum, verður talan altso um 17. landsliðsleikaran hjá HB. Næstir HB eru B36 og GÍ, sum hava havt ávíkavist 14 og 13 leikarar á landsliðnum.

Tá talan er um ein og sama dyst, eru ta´GÍ og B36, sum hava metini. Tá Føroyar í 1995 vunnu 3-1 á San Marino, hevði GÍ fimm umboð á liðnum. Hesir vóru Jens Martin Knudsen, Magni Jarnskor, Henning Jarnskor, Janus Rasmussen og John Petersen. Sama tal hevði B36, tá Føroyar tvey ár seinni taptu 3-1 fyri Spania. B36 leikararnir ta ferðina vóru Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Julian Johnsson, John Petersen og Arnbjørn Danielsen.

Tann leikarin, sum oftast hevur umboðað sama felag á landsliðnum, er Henning Jarnskor, sum 35 ferðir hevur umboðað GÍ. Hinvegin er Jens Erik Rasmussen tann leikarin, sum hevur umboðað flest feløg á landsliðnum. Jens Erik hevur umboðað MB, HB, AC Horsens, FS Vágar, Fylkir, TB og Esbjerg tær 25 ferðirnar, sum hann hevur roynt seg á landsliðnum.


Nakað um brotsspørk


Sveisarar settu met, tá teir hin 7. oktober í fjør sendu trý brotsspørk í føroysku meskarnar. Málskjúttin ta ferðina var í øllum trimum førunum Kubilay Türkyilmaz, sum tó ikki er við á ferðini hesa ferð. Annars hevur Rikhardur Dadason úr Íslandi tvær ferðir skotið mál móti Føroyum við brotssparki.

Í alt eru 26 brotsspørk dømd ímóti Føroyum, og hava 21 av hesum givið mál. Av teimum fimm, sum eru misnýtt, hevur Jens Martin Knudsen bjargað trý, og eru hesi móti Noreg (Lars Bohinen), Wales (Ian Rush og Slovakia (Peter Dubovski). Jákup Mikkelsen hevur bjargað brotssparki ímóti Svøríki (Markus Johannesson), og tá Kaj Leo Johannesen stóð andlit til andslit við norska Rune Bratseth, skeyt hesin við síðuna av.

Føroyar hava fingið tillutað seks brotsspørk í altjóða høpi, og meðan okkara menn gjørdu sær dælt av teimum trimum fyrstu, so hava vit misnýtt tey trý seinastu brotsspørkini, sum vit hava fingið. Jan Dam (Ísland), Øssur Hansen (Malta) og John Petersen (Skotland) skoraðu upp á sínar royndir, meðan John Petersen (Bosnia), Allan Mørkøre (Ísland) og Øssur Hansen (Liktinstein) hava misnýtt. Av hesum var brotssparkið hjá Øssi tað einasta, sum ikki hevur rakt málið.


John er skjótastur


Tá Føroyar løgdu seg á odda í útidystinum móti Sveis, setti John Petersen føroyskt met. Málið hjá John fall eftir trimum minuttum og 27 sekundum, og so skjótt hava Føroyar ongan tíð skorað fyrr. Gamla metið átti Torkil Nielsen, tá Føroyar í 1989 fingu sítt fyrsta aljtóða mál. Málið hjá Torkili móti Canada fall eftir trimum minuttum og 35 sekundum.

Tá Føroyar í 1991 spældu ímóti Danmark í Landskrona, skoraði Kim Christofte eftir bert einum minutti og 10 sekundum, og so skjótt hevur eingin annar skorað móti okkara monnum.