Vestager tapti stríðið um bankasleiðslu

Vestager er ikki við í kappingini um at gerast næsti leiðari í Evropiska Íløgubankanum

 

Margrehte Vestager tekur seg aftur sum valevni til leiðarastarvið í Evropiska Íløgubankanum. Nú verður hon aftur ES nevndarlimur. (Arkivfoto). - Foto: Virginia Mayo/Ritzau Scanpix

 

 

Margrethe Vestager fær kortini ikki starvið sum leiðari í Evropiska Íløgubankanum. Hon hevur tikið seg aftur sum valevni og vendur aftur til ES nevndina.

Tað sigur Vestager í tíðindaskrivi.

– Í semju við donsku stjórnina havi eg tikið meg aftur sum valevni til formansskapin í Evropiska Íløgubankanum, sigur Margrethe Vestager.

Sambært spanska blaðnum El Pais fer starvið í staðin fer til sponsku fíggjarmálaráðfrúuna, Nadia Calviño. Hon hevur síðani september verið harðasti kappingarneyti til starvið, og seinastu vikurnar hevur ljóðað, at hon fór at fáa neyðugu undirtøkuna millum ES londini at fáa starvið.

Margrete Vestager var annars upprunaliga sterkasta boðið við altjóða royndum sínum úr ES nevndini. Har er Vestager leiðandi næstforkvinna og hevur havt ein týðandi leiklut sum ES kommiserur fyri kapping.

Nadia Calviño verður mett sum væl skikkað til starvið. Við spanska formansskapinum fyri ES hevur hon harumframt verið vertur fyri fundirnar fyri búskapar- og fíggjarmálaráðharrunum hjá ES seinastu mánaðirnar.

Tað er í hesum ráðfólkahøpi, at avgerðir verður tikin. Tí hevur Calviño havt lættari atgongd til at fáa ávirkan á avgerðina.

Margrethe Vestager ynskir kappingarneyta sínum bestu eydnu:

– Eg fari at takka donsku stjórnini fyri at hava stillað meg upp. Eg ynski øllum hinum valevnunum bestu eydnu. Eg fari eisini at takka teimum øllum, sum hava stuðlað mær í at reformera bankan og gera hann meira strateiskan, skjótari og meira viðkomandi, sigur Margrethe Vestager.

Hon hevur verið í farloyvi úr ES nevndini seinastu mánaðirnar, men er ikki arbeiðsleys eftir dagsins avgerð.

– Eg taki uppaftur uppgávur mínar í Evropa-nevndini, sigur Vestager.

Morten Bødskov, vinnumálaráðharri í Danmark, fegnast um, at avgerðin er tikin. Tað er tí, at Danmark seinastu tríggjar mánaðirnar ikki hevur havt nakran ES nevndarlim, meðan tey hava togast um sessin.

– Sjálvt um vit fegin vildu havt eina aðra avgerð, eru vit nøgd við, at málið nú er avgreitt. Tað hevur týdning fyri Danmark, at tað er ein danskur kommiserur, sigur Morten Bødskov í tíðindaskrivi.

/ritzau/

 

 

 

Margrehte Vestager tekur seg aftur sum valevni til leiðarastarvið í Evropiska Íløgubankanum. Nú verður hon aftur ES nevndarlimur. (Arkivfoto). - Foto: Virginia Mayo/Ritzau Scanpix