Partar av stóru "Í menniskjum góður tokka" konsertini í Lindevang Kirke 5. desember kann nú upplivast í ljóði og myndum.
Konsertin var merkt av, ringa veðrinum, ið var fráboðað í Danmark, har ódnin Bodil hevði lovað at komið framvið. Tí vóru tað einans 70 fólk, ið hættaðu sær út á konsertina á Frederiksberg.
Men Vesterbro Lokal TV var har, og filmaði konsertina, nú liggur ein sending, ið er ein hálvan tíma, har tilber at uppliva sangararnar Guðrun Sólja Laila Rong Hannah, Jacobsen, Leu Kampmann, Margrethu á Rógvi, Súsonnu Herálvsdóttir, Mo Millar, Dagfinn Joensen, Stanley Samuelsen.
Á leinkjuni niðanfyri ber til at síggja konsertina.