Vestmanna gongur undan

- At vegleiða og kunna um, hvat er gott fyri umhvørvið, ber avgjørt ávøkst. Tilvitanin hjá vanligum fólki er størri í dag, men almennir myndugleikar halta framvegis aftaná, sigur Finnbogi Joensen úr Viðalundanevndini í Vestmanna, sum skipar fyri umhvørvisstevnu í næstu viku

 

UMHVØRVI

Annað árið á rað skipar Viðalundanevndin í Vestmanna fyri umhvørvisviku. Nevndin hevði 10 ár á baki í fjør og skipaði í tí sambandi fyri umhvørvisviku. Undirtøkan var so mikið góð, at Viðalundanevndin hevur gjørt av at taka táttin upp aftur í ár og um møguligt á hvørjum ári.

- Náttúran og umhvørvið eru lívsgrundarlagið hjá okkum. Endamálið við umhvørvisvikunum er at taka evni upp, sum hava almennan áhuga. Í fjør var evnið lívrunnið tilfar, hvussu tað kemur til høldar á bestan hátt, tí vit vita, at meginparturin verður koyrdur burtur, hóast nógv kann endurnýtast. Í ár er skráin meiri samansett, til dømis verða firðirnir viðgjørdir við tí fyri eyga, at alivinnan kann gera nakað við trupulleikan sum er av dálkingini. Verður vistfrøðiliga javnvágin á firðunum burtur, endar tað galið, sigur Finnbogi Joensen frá Viðalundanevndini í Vestmanna.


Góðar ábendingar

Úrslitini av umhvørvisvikuni í fjør hava verið ógvuliga positiv, eitt nú var sokallaði grøni skúlin settur á stovn, og Finnbogi Joensen vónar, at eitt úrslit av umhvørvisvikuni í ár verður, at ein umhvørvisstova verður sett á stovn í Føroyum.

- Verður ein Agenda-traktat gjørd fyri Føroyar, kann ein umhvørvisstova setast á stovn, har allar kommunur í Føroyum eru við. Hendan stovan skal vegleiða um umhvørvið fyri alt Føroya fólk. Útlit eru til, at hon verður veruleiki, og tað verður Heilsufrøðiliga starvsstovan sum fer at umsita hana.

Almennu myndugleikarnir í Føroyum halta langt aftaná, tá ið tað ræður um náttúru- og umhvørvisvernd.

- Sum heild eru føroyingar alt ov lítið vitandi um umhvørvið, men nú vit royna at seta ljóskastaran á náttúru og umhvørvi, fáa vit fyrispurningar frá fólki úr øllum landinum um, hvussu vit arbeiða. Tilvitanin hjá fólki er størri í dag enn tá ið byrjaðu, tað merkist týðiliga, at tosa fólk meiri um umhvørvið. Tí er týdningarmikið at fáa børnini við, og ein partur er at læra tey at skilja rusk sundur í lívrunnið, vandamikið og annað, sigur Finnbogi Joensen.

Finnbogi Joensen harmast um, at bæði IRF og KOB brúka skeivu litirnar til posarnar til rusk. Vandamikið burturkast fer í teir grønu posarnar ístaðin fyri reyðar, og pappír fer í bláar posar í staðin fyri grønar.

- Børn verða ørkymlað, tá ið litirnir á henda hátt verða blandaðir saman, men vit arbeiða við at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss, sigur Finnbogi Joensen.


Umhvørvið er so nógv

Viðalundanevndin í Vestmanna arbeiðir sostatt ikki bert við spurningum, ið snúgva seg um trø og gróður. Í umbúna er at gera eina vegleiðing um, hvussu fólk fáa lívrunnið tilfar til høldar, og hvarnirnar, tey hava tikið í brúk til at mæla greinar og jólatrø, eru at síggja úti um landið eisini.

- Nevndin er í dag meiri ein náttúru- og umhvørvisnevnd. Vit ráðgeva eftir førimuni um viðurskifti, sum snúgva seg um náttúru og umhvørvi sum heild. Eitt nú hava vit kannað, hvat fyri trø og runnar støðast væl í Føroyum, og í tvey ár hava vit givið runnar til bygdafólkið í Vestmanna. Tey hava tikið ógvuliga væl ímóti hesum, og síðani vit byrjaðu fyri 11 árum síðani, eru nógvir sera vakrir urtagarðar komnir, greiðir Finnbogi Joensen frá.


Nógv á skránni

Umhvørvisvikan fer fram í miðhøllini í Vestmanna skúla í døgunum 14. til 18. mai. Mánakvøldið 14. mai setir Eyðun Eltør, landsstýrismaður, umhvørvisvikuna. Evnið á fyrsta kvøldinum er, hvussu firðirnir kunnu haldast vistfrøðiliga reinir fyri burðardyggari vinnu. Finnbogi Joensen, vegna Viðalundanevndina, Johanna Olsen, vegna Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Hans Jacobsen, vegna Havbúnaðarfelagið, og Torleif Dalsgarð, verkfrøðingur, leggja fram. Kvøldið eftir røða Finnbogi Joensen, umboð fyri Vestmanna kommunu, og Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálastýrinum um, hvussu bygdirnar kunnu vetrarfriðast. Mikukvøldið 16. mai er evnið grønir skúlar og stovnar. Spurningurin at umrøða er, um til ber at fáa undirvísingartilfar um náttúru og umhvørvi inn í skúlarnar. Tey ið leggja fram eru Finnbogi Joensen, Jenny Lydersen, frá Mentamálastýrinum, Bjørn Jacobsen frá Miljøheimevernet, og Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður.

Hvussu vit kunnu gagnnýta alt lívrunnið tilfar, og hvussu vit kunnu gera eina Agenda-traktat fyri Føroyar er evnið á fundinum hóskvøldið. At viðgera hendan spurningin fara Finnbogi Joensen, Bjørn Jacobsen, Barbara Samuelsen vegna Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Sveiney Sverrisdóttir vegna Føroya Kommunufelag.

Fríggjadagurin er settur av til at rudda Vestmanna bygd. Tá fara arbeiðsfólk hjá kommununi, lærarar og næmingar runt bygdina við grønum og reyðum posum eftir ruski og øðrum.