Kirkjukórið, hevur nú í fleiri ár skipað fyri hesi hugnaløtu, í auluni í Vestmanna skúla, men nú kirkjan er umbygd verður hugnaløtan í kirkjuni.
Á skránni verður røða, tónleikur, kórsangur og felagsangur o,a.
Olav Enomoto løgtingsmaður kemur at siga nøkur orð, Pauli Magnussen og Jógvan Toftum koma at spæla undir til kórsangin og felagssangin.
Gestasangarar verða Kollfiringurin Jens Marni Hansen og Hannis Hansen úr Fuglafirði, teir fara at synga nøkur løg saman við kirkjukórinum.
Vestmanna Kirkjukór, sum telur uml. 40 fólk og er undir leiðslu av Erlu Olsen, kemur eisini at framføra nakrar sangir.
Hini árðini hevur aulan verði meir enn full, og tí verður heita á fólk, um at møta stundusliga til hugnaløtuna í krikjuni.
Aftaná sangin í sjávari kirkjuni er smyrjubreyð í kirkjukjallaranum.
Tiltakið er heilt ókeypis, men fólk kunnu eins og seinast lata eitt oyra til Vestmanna Kirkjukór.
Øll eru vælkomin.
+ (mynd av Vestmanna kirkjukóri)