Vestmanna kirkjukór í Hallgrímskirkjuni

Tað er í dag kl. 12 at Vestmanna kirkjukór syngur undir gudstænastuni í Hallgrímskirkjuni í Reykjavík. Gudtænastan verður send beinleiðis, og til ber at lurta á netinum. Vestmanna kirkjukór er í hesum døgum á vitjan í Íslandi. Kórið syngur undir gudstænastuni í Hallgrímskirkjuni í Reykjavík í dag 12. juli kl. 12.00 (føroyska tíð). Gudstænastan verður send beinleiðis í íslendska ríkisútvarpinum. Til ber at lurta á: www.ruv.is.

Í sambandi við at Føroyingafelagið og Vestmanna kirkjukór fegin vilja hitta føroyingar í Íslandi, skipa Føroyingafelagið og Dansiringurin fyri hugnakvøldi í Gúttó í Hafnarfirði mánakvøldið 13. juli kl.20.00, har øll eru vælkomin.