Flakatrolarin hevur roynt í norskum og russiskum sjógvi, og sum skilst hevur fiskiskapurin verið javnt góður.
»Vesturvón« hevur longu fiskað sína kvotu eystanfyri, og nú verður arbeitt við onkrum møguleikum til restina av árinum, men enn er ikki endalig støða tikin til, hvat tað verður. Ólavur Petersen, reiðari, sigur við Internet-Sosialin, at nakrir møguleikar verða kannaðir, umframt at fara á svartkalvaveiði við Flemmish Kap í oktober.
Skipari á hesum túrinum var Heðin Hansen, sum ikki áður hevur verið skipari á »Vesturvón«, tó at hann hevur siglt hjá reiðarínum í eini 25 ár. Seinastu 10 árini hevur Heðin Hansen verið stýrimaður á »Vesturvón«, og nú hann gjørdist skipari á fyrsta túrinum, kundi hann eisini halda sín 40 ára føðingardag umborð.
Hetta hevur verið ein av góðu túrunum hjá »Vesturvón«, og verður lastin mett til 724 tons í flaki. Prísurin er eisini støðugur í løtuni, so reiðarin Ólavur Petersen roknar við at flakatrolarin »Vesturvón« hevur fiskað fyri góðar 25 milliónir krónur henda túrin.
Týsdagin verður farið til Hirtshals at leggja veiðina upp, og eisini skal »Vesturvón« í dokk, har millum annað maskinan skal reinsast.sini var spælið sera óskipað mestsum allan dystin.
KÍ megnaði at pynta um úrslitið í seinasta álopinum í dystinum, og tað var eisini eitt væl gjøgnumspælt mál. Marek rekur fyrst ein HBara av, spælir síðani eitt-tvey við ein av áleyparunum, og frá brotsteigarmarkinum sendir hann eitt flatt skot niður í vinstra horn uttan møguleika hjá Bárði at bjarga. KÍ fekk tó ikki møguleikan at javna, tí HB hevði ikki meira enn givið bóltin upp, tá dómarin bríkslaði dystin av.
HB kom við hesum sigrinum eitt fet nærri meistaraheitinum, sum teir fegnir vilja hava suðuraftur til Havnar. Tað sær ikki mætari út, enn at B36 og KÍ ikki longur eru nøkur hóttan, men at harðastu kappingarneytarnir verða VB og B68. Fá rokna tó við, at hesi liðini kunnu vinna meistaraheitið.
KÍ - HB 1-2 (0-0)
0-1: Andrew av Fløtum
0-2: Jón Rói Jacobsen
1-2: Marek Vierzbicki
Dómari: Niklas á Líðarenda
KÍ:
Zoltan Kujundic - Jan Andreasen, Ove Nysted, Niclas Niclassen - Harley Bartholdsen, Marek Vierzbicki, Jan Joensen, Kristian á Lakjuni, Heðin á Lakjuni - Arnold Joensen, Rógvi Jacobsen
HB: Bárður Johannesen - Johannes Joensen, Florin Mihaescu, Hans á Lag, Janus Joensen - Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Gigi Ciura - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum