Veteranar leggja frá sær

Í øllum trimum kommununum í Vágum leggja bygdarráðslimir, sum hava sitið fleiri valskeið, frá sær. Borgarstjórin í Bø stillar upp til bygdarráðið í Sørvági

Borgarstjórin í Sørvági, Eivin Jacobsen, stillar ikki upp til kommunuvalið, sum verður tann 9. november. Heldur ikki formaðurin í Felagskommununi í Vágum, Jónhild Jørgensen í Miðvági, stillar upp aftur hesaferð.
Onkrar útskiftingar vera, tá nýggj bygdarráð verða vald í Vágum. Í øllum trimum kommunum, sum verða eftir nýggjar, skulu veljast nýggir bygdarráðslimir fyri onkrar, sum ikki stilla upp.
Í Sørvági stilla allir bygdarráðslimirnir uttan borgarstjórin, Eivin Jacosben, uppaftur. Eivin Jacobsen hevur fyri nakað av tíð síðan boðað frá avgerð síni.
Um tað er møguleikin fyri einum borgarstjórasessi, sum ger stóra áhugan í Sørvági, skal vera ósagt. Men ikki færri enn fýra listar eru gjørdir til kommunuvalið í bygdini.
Millum listarnar, sum stilla upp í Sørvági, er ein listi við fimm ungum monnum, tann sonevndi ungdómslistin, sum rættiliga ætla sær at gera vart við seg í bygdarráðnum. Hesi menninir eru óroyndir í kommunalpolitikki.
Teir bygdarráðslimirnir, sum stilla uppaftur, eru spjaddir um hinar triggjar listarnar, sum lýstir eru.
Á einum av hesum listum er eisini verandi borgrstjórin í Bíggjar Sóknar Kommunu, Jógvan Páll Joensen, stillaður upp. Bíggjar Kommuna verður á nýggjárinum løgd saman við Sørvágs Kommunu.
Eisini onkur fyrrverandi politikari ætlar at gera come back. Suni Jacobsen, fyrrverandi lokal- og landspolitikari, eru uppstillaður til bygdarráðið í Sørvági hesaferð.
Í Miðvági eru tríggir listar gjørdir til valið. Til seinasta kommunuval var onkur politiskur listi. Men tað er ikki hesaferð.
Í Miðvági leggja tveir bygdarráðslimir frá sær. Tað eru Jónhild Jørgensen, sum seinasta valskeiðið hevur verið formaður í Felagskommununi í Vágum, og Marianna Simonsen, sum hevur sitið í bygdarráðnum í fleiri fylgjandi valskeið.
Hinir bygdarráðslimirnir stilla upp á tveimum listum. Tann triði listin hevur ongan verandi bygdarráðslim millum valevnini. Sum skilst í Miðvági er her talan um ein lista við fleiri útróðrarmonnum. Og hesin listin er tann einasti, sum hevur gjørt nakra skrá kunnuga, verður sagt í Miðvági.
Í Sandavági stilla allir bygdarráðslimirnir, uttan Regin á Lofti, uppaftur. Í Sandavági eru tveir listar gjørdir til kommunuvalið. Sitandi bygdarráðslimir eru á báðum listunum.
Í Sørvági verður skipað fyri veljarafundi í fimleikarhøllini nakrar dagar fyri val. Hóskvøldið 4. november sleppa tey, sum bjóða seg fram at stýra kommununi komandi fýra árini, at leggja fram tað, tey hava upp á hjarta, og ivaleyst fáa veljararnir eisini møguleika fyri at seta teimum ymsar spurngingar.
Einki er frætt úr hinum bygdunum í Vágum um, at ætlanir eru um nakran slíkan veljarafund.