Fólkatónleikarar úr Føroyum, har ímillum Kristian Blak, luttóku í 1987 í vígsluni av norðurlendska stovninum NAPA. Føroyingarnar framførdu í Eysturgrønlandi, og fingu gott samband við trummudansarin Anda Kuitse úr bygdini Kulusuk.
- Seinni fór Kristian aftur til Eysturgrønlands og framførdi tónleik við íblástri úr lívinum og umhvørvinum hjá Anda. Árið eftir innspældu Anda og Kristian hendan tónleikin í Føroyum, saman við sámiskum, afrikanskum og svenskum tónleikarum.
Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í dag um tiltakið, sum verður í Gulu Smiðju fríggjakvøldið hin 23. januar.
Lagt verður aftrat, at heitið á plátuni varð "Addeq" – grønlendska navnið á fuglinum, sum á føroyskum eitur ógvella.
- Nú í 2026 framføra vit Addeq við Miké Thomsen. Anda Kuitse lærdi hann sjálvur upp í eysturgrønlendskum trummudansi. Miké hevur spælt við Yggdrasil, Resterne af Rigsfællesskabet og fleiri bólkum her í Føroyum.
Víst verður á, at Miké, sum er uppvaksin í Ilulissat, er bæði sjónleikari, dansari, umframt tónleikari og fer til hetta høvið í Gulu Smiðju at framføra tónleik úr Addeq aftrat øðrum tónleiki hjá upprunafólki - saman við Kristiani, Angeliku, Heðini og Mikael.
Meira um tiltakið, sum verður í Gulu Smiðju, kann lesast á - www.runavik.fo











