Um vikuskiftið hevur fimta og seinasta umfar í bólkaspælinum verið. Mest óvæntaða úslitið kom á Eiði, har EB/Streymur við máli frá Gesti B. Dam vann 1-0 á HB, sum tó er í finaluni móti Skála.
NSÍ vann heili 8-1 á TB, sum enn stríðist við at fáa mannað liðið til komandi kappingarár, eftir at felagsloysnin í Suðuroynni datt niðurfyri. Argjamenn vunnu 1-0 á ÍF í Fuglafirði. Leygardagin vann KÍ 2-1 á Víkingi, meðan Skála gjørdi av við B36 í 3-2 sigri.
Komandi vikuskiftið verða plaseringsdystirnir. Í finaluni spæla HB og Skála, meðan NSÍ og EB/Streymur spæla um triðja pláss. Av tí at ein dystur manglar í millum TB g KÍ, so er ikki heilt vist hvørjum KÍ skal spæla ímóti.
Men gita vit okkum til, at KÍ vinnur dystin, so er skulu klaksvíkingar spæla móti AB um 5. pláss, meðan B36 og Víkingur spæla um 7. plássið. ÍF og TB skulu spæla um 9. plássið.