Við Edens portur

Tann amerikanski troubadoururin Bob Dylan líkist burturúr í beat-ættarliðinum í tí, at hann veruliga er skald, sum Eliot ella Rilke. Rithøvundurin Hanus Kamban lýsir yrkjaran í fýra greinum.

Eftir Hanus Kamban

I. FRÆLSISYRKING OG VÍSUSANGUR


Um ein skal royna at lýsa stemningin frá sekstiárunum - soleiðis sum hann kundi vera í stórbýum á tí europeiska meginlandinum ella í USA - gerst hetta kanska best við at biðja fólk síggja fyri sær eina ovurstóra marknaðarhøll. Har standa menn og kvinnur, hvør í sínum bási, og greiða so væl tey duga frá alskyns loysnum, skilagóðum ráðum eins væl og patentloysnum, upp á átrúnaðarligar, sálarligar, tilveruligar ella politiskar trupulleikar.
Nøkur halda fast um ta ger­andisligu javnaðarhugsjónina, onnur vísa fram myndir, har Lenin, Stalin, Trotskij ella Mao daga, uppaftur onnur gera hugtikin vart við vísdómin hjá Herbert Marcuse ella Hermann Hesse ella sex-evangeliið hjá Wilhelm Reich, og endiliga eru nøkur, sum halda upp á, at rísmáltíðir burturav lekja allar sjúkur og allan ampa, og so eru tað uppaftur tey, sum hava funnið vísdómin í zen-buddhismuni ella hjá onkrum eysturlendskum guru.
Móti Edens portri
Í høllini er gangur og róm­ur, grefligir litir skyggja, klædna­úrvalið er eksotiskt sum í Býsanz ella í Karthago á Hamilkars døgum, og gevur tú tær far um tónleikin, hoyrir tú tann virtuosa gittaran hjá Jimi Hendrix, dómadagsrøddina hjá Jim Morrison ella ta snjøllu Janis Joplin syngja um tað frælsið, sum ein ognast, tá alt er gloppið einum av hondum. Sum tú skimast, sært tú ein klantrasligan ungling við frísutum hári fara upp á pallin við gittara og munnharpu, og tá hann fer at syngja, er tað sum roykur og skýming leggjast yvir høllina:
­
The savage soldier sticks his
    head in sand
And then complains
Unto the shoeless hunter who´s
    gone deaf
But still remains
Upon the beach where hound
    dogs bay
At ships with tattooed sails
Heading for the Gates of Eden
­
Tær gátuføru, torskildu myndirnar hanga hvør sær í leys­um lofti, og hugtakið surrealisma kemur einum í huga. Tá ið ein kemur til tær tríggjar seinastu reglurnar, klárnar kortini eitt sindur. Eru tað kanska leitandi sálir, andans pílagrímar, sum við tatoveraðum seglum stevna móti paradísportrinum? Og teir goyggjandi tevhundarnir, eru tað kanska samfelagsins njósnarar ella drumbar, sum lítið skilja og tí eru øvundsjúkir? Eitt tykist tó greitt, í hesum (eftir mínum tykki) raffineraða teksti verður eitt paradís av onk­rum slag (vísdómur, andans sæla, himmiríki) sett upp ímóti jarðarlívsins valds­girnd, grammleika, rótloysi, samleikaloysi og feigd.
Skald eins og Eliot og Rilke
Ætlanin er í fýra greinum at lýsa nakrar tættir í skapanarverkinum hjá Bob Dylan, manninum sum skapti hesi orð. Hansara ævisøga hevur ikki í hesum sambandi mín áhuga, men nevnt kann vera, heilt stutt, at Dylan er føddur í 1941 í Minnesota, at hann upprunaliga æt Robert Zimmermann, at tá hann fekk sær eftirnavnið Dylan, var hetta helst ein heilsan til tann valisiska yrkjaran Dylan Thomas (1914-53), og at hann eftir eitt stutt skifti, har hann las á tí lærda háskúlanum í Minneapolis, hevur livað sum troubadourur, og at henda tilvera tykist at fara at halda fram, til hann hoknar.
Tá ið eg havi valt at taka hetta evnið upp, kemur tað av teirri ásannan, at Dylan skilir seg burtur úr teimum flestu í sínum ættarliði av popp-, rokk- og beatfólkum í tí, at hann gaman í fyri ein part er sangskrivari, t.e. ein, sum skrivar tekstir, ið ikki hava tað flog og ta dýpd, sum poesiur eigur at hava, men at hann samstundis í sínum bestu verkum er skald, skald í somu merking sum Dante, Shakespeare, T.S. Eliot ella Rilke. Henda ásannan er ikki nýggj. Fyri mongum lurtarum var hetta greitt longu fyri 35-40 árum síðani, tá Dylan enn var ungur og nýggjur á rokk- og beatpallinum. Bókmentafrøðingar kunnu vera tornæmir, men nú er tilvitið um Dylan sum skald seyrað út eisini til hesa virðiligu stætt.
Troubadourur
Men Bob Dylan er meira enn bara skald í nútíðar merking. Tí hann umboðar - við tað at hann sjóðar saman yrking og tónlist - tað upprunaliga skald­skaparhugtakið. Yrkjarin var upp­runaliga sangari, og eins og assýrar kvóðu Gilgamesh og grikkar Ilions- og Odysseusarkvæði, bæði yrktu og kvóðu føringar Margretu kvæði og Brynhildar tátt. Dylan er syngjandi skald, troubadourur, eins og Cornelis Vreeswijk, Arnaut Daniel og Bertrand de Born.
Hesar hugleiðingar byggja fyri ein part á egnar metingar og upplivingar. Samstundis havi eg fingið nógv burtur úr at kunnað meg við, hvat kritikarar, serliga í Onglandi og USA, hava skrivað um Dylans skaldskap. Eg hugsi her serstakliga um bókina Song & Dance Man III eftir Michael Gray (sum er tann higartil mest fullfíggjaða lýsingin av Dylans skaldskapi), bókina Dylan´s Visions of Sin eftir Christopher Ricks (um Dylan og enskan skaldskap), Voice Without Restraint eftir John Herdman og Chimes of Freedom eftir Mike Marqusee (um Dylan sum politiskan listamann).
Í hesi fyrstu greinini fari eg at taka fram nøkur dømir um Dylan sum frælsis- og vísusangara. Hann hevur, sum mongum kunnugt, yrkt ein hóp av sangum, sum snúgva seg um órætt og kúgan, sum lýsa frælsislongsul, sum eggja til mótmæli ella uppreistur. Teir kendastu munnu vera Masters Of War og The Times They Are A-Changin´. Frammarlaga í hesum sambandi er utopiin, dreymurin um tað komandi rættvísa samfelagið. Bob Dylan er, sum mong vita, av jødiskari ætt. Tann utopiski dreymurin er almannaogn, men tykist serliga sjónskur í jødiskari hugsan, og tað er tí neyvan av tilvild, at Dylan, eins og Karl Marx, Leonard Cohen og Paul Celan, hevur givið hesum dreymi skaldskaparligar veingir.
Frælsisskipið
Hesin dreymur verður á bæði vakran og griman hátt borin fram í tekstinum When The Ship Comes In (Tá ið skipið kemur), av plátuni The Times They Are A-Changing, 1964. Baksýnið fyri hesum teksti er stríðið fyri at vinna teimum svørtu í USA borgararættindir. Tann 19. juni 1963 legði John F. Kennedy forseti fyri Kongressina eina víðgongda lóggávu, sum skuldi tryggja teimum svørtu m.a. valrætt og atgongd til hotell, handlar, sjónleikarhús osfr.
Nakað seinni, tann 28. august 1963 (sum var 100 ára dagurin eftir frælsisbrævið hjá Abraham Lincoln) varð skipað fyri tí størstu kravgongu, sum nakrantíð hevur verið í Washington, har o.u. 250.000 fólk, svørt og hvít øksl móti øksl, luttóku. Meðan fjøldin savnaðist, stóðu nakrir fólkasangarar framman fyri Washington minnismerkinum og sungu, teirra millum Joan Baez, Odetta, Josh White og Peter, Paul og Mary. At enda sungu tey í felag sangin Blowin´ In The Wind eftir Bob Dylan. Tá ið tey vóru tagnað, fór yrkjarin sjálvur yvir til mikrofonina og byrjaði:
­
Oh the time will come up
When the winds will stop
And the breeze will cease to be
    breathin´
Like the stillness in the wind
´Fore the hurricane begins
The hour when the ship comes in
­
Bertolt Brecht
Teksturin ber í sær, fyri ein part, somu fyrijáttan um rættindir fyri øll og somu bíbilsku myndir, sum bóru ta gitnu røðu, har Martin Luther King seinnapartin sama dag segði frá sínum dreymi um eina rættvísa framtíð fyri tey svørtu í USA. Dylan sigur frá, hvussu skipið ber við sjóvarmálan, vindurin ýlir, tað lýsir fyri degi, fiskarnir læa og likkurnar brosa. Allar royndir at ørkymla skipið eru nyttuleysar, tí havsins leinkjur er slitnar og liggja nú djúpt á havsins botni. Nú er komin øldin, tá tey seinastu eru tey fyrstu og tey fyrstu tey seinastu:
­
Tí sandurin breiðir
út eitt teppi av gulli
har tú setir tín móða fót ...
­
Í roynd og veru hevur hesin tekstur eina forsøgu, sum bæði er persónlig og hevur millum­tekstligan týdning. Nakrar vikur undan kravgonguni í Washington skuldi Dylan fara inn í eitt hotell, men var forðaður av duravørðinum, sum ikki kendi sangaran. Joan Baez kom uppí og slættaði sjógvin, men aftaná sessaðist Dylan í sínum hotellkamari, ivaleyst gruggutur um viðferðina, og yrkti henda sangin.
Meðan hann yrkti, mintist Dylan sangin hjá sjórænara-Jenny í Die Dreigroschenoper, frá 1928, eftir týska skaldið Bertolt Brecht. Um ein líknar hesar tekstir saman, sæst, at yrkingin hjá Dylan í mongum lutum er lík tekstinum hjá Brecht, sum Kurt Weill gjørdi lag til. Sum tey flestu vita, hevði Martin Luther King sum aðalreglu ongantíð at brúka harðskap. Skaldini eru ikki so mjúk. Brecht letur frælsisskipið skjóta býin í sor. Dylan er samdur, men yrkir um ein meira bíbilskan undirgang, tá hann um fíggindarnar sigur, at teir:
­
Eins og Faraos ætt
Skulu drukna í flóðini
Og sum Goliat skulu lúta
­
Á veg frá tí siðbundna
Skyldur í huglag við When The Ship Comes In er ein annar sangur - Chimes Of Freedom (Frælsiskim), frá plátuni Another Side Of Bob Dylan, frá 1964. Yrkjarin og ein fylgisneyti eru úti, toran fer at ganga, og teir kroka í einum kirkjudurum. Til skaldið kemur tá, onkustaðni millum sólsetur og midnátt, ein varsjón ella víðsjón, har dynjandi klokkuljóð, snarljós og torubrestur renna saman, í eini veldugari hugbirting bæði sær og hoyrir hann klokkur ringja - fyri frælsi, fyri frígering, fyri lekidómi - til tey illa staddu og einsamøllu, tey eyðmýktu og happaðu, til hugsjónarfólk og droymarar, til flóttafólk og einsamallar gleðigentur:
­
Far between sundown´s finish
    an´midnight´s broken toll
We ducked inside the doorway,
    thunder crashing
As majestic bells of bolts struck
    shadows in the sounds
Seeming to be the chimes of
    freedom flashing
Flashing for the warriors whose
    strength is not to fight
Flashing for the refugees on the
    unarmed road of fight
An´ for each and every underdog
    soldier in the night
An´ we gazed upon the chimes of
    freedom flashing
­
Millum sangin um rættvísis­skipið og Frælsiskim er ein høvuðsmunur, sum eigur at verða sæddur í sambandi við, at John F. Kennedy bleiv skotin á ferð síni í Dallas í Texas tann 21. november 1963. Eftir hetta vendi Bob Dylan sær ímóti øllum hugsanum um at brúka harðskap og tí yrkir hann nú um klokkurnar, sum ringja fyri teimum mildu og teimum hjartagóðu og fyri teimum stríðsmonnum whose strength is not to fight.
Grundtvig
Hugsar ein um, hvussu Bob Dylan er búnaður sum skald, um hansara kreativa framvøkstur, er Chimes Of Freedom áhugaverdur sum dømi um eina geil ella millumtíð, har hann so líðandi flytir seg frá tí siðbundna. Yrkingin er bygd upp regluliga, har eru seks ørindir við átta reglum í hvørjum, 2. og 4. regla ríma, og 5., 6. og 7. regla bera somuleiðis upp á rím. Samstundis sæst í myndburðinum tekin til frávik, til sprækna víðkan, eitt nú tá ið skaldið letur kimini skyggja, t.e. hann førir ljóð yvir í sjón og fremur sostatt (eins og hansara fyrimynd Rimbaud) sansabland ella synestesi. Hetta kann takast sum ein fyriboðan um ta stórbroyting, sum hendir í hansara skaldskapi miðskeiðis í sekstiárunum.
Annars er at siga um Chimes Of Freedom, at henda yrking er ikki viðfáningur, men ein meginyrking, sum fær ein at hugsa um danska skaldið Grundtvig, sum í sálminum Sum ein føgur rósulund (sum Rólant Lenvig hevur týtt) eins og Dylan - og Esajas profetur, sum hevur blást anda í báðar - gevur blindum og haltum uppreisn:
­
Styrkni gomul, slitin knø,
boygdir ryggir rætni,
spretti sjálvt tey turru trø,
ellirukkur slætni ...
­
Í seinasta ørindi letur Dylan frælsisklokkurnar skyggja fyri, sum hann tekur til hvørjum sálarliga sperdum menniskja í øllum alheiminum:
­
Tolling for the aching ones whose
    wounds cannot be nursed
For the countless confused,
    accused, misused, strung-out
    ones an´ worse
An´ for every hung-up person in
    the whole wide universe
An´ we gazed upon the chimes of
    freedom flashing
­
Spanskir styvlar
Til seinast fari eg at venda aftur til sambandið millum Dylan og kvæðaskaldskapin. Bob Dylan er ein modernaður yrkjari, sum við minniligum tekstum og løgum hevur lýst siðmenningina í heimsins mest framkomna ídnaðarsamfelag, hennara ruðuleika, rótloysi og harðskap - og gjørt tað á modernitetsins mangan mis­hátta og sundurstokna máli. Men samstundis hevur hann skapt tekstir, sum sipa aftur í amerikanska vísutraditión og miðaldar vísuskaldskap. Hann sameinir sostatt tað modernaða og tað fólksliga, almannamentan og hámentan.
Eitt frálíkt dømi um hesa sameining er teksturin Boots Of Spanish Leather (Styvlar úr sponskum leðri), av plátuni The Times They Are A-Changin´. Sangurin er ein tvírøða millum tvey, sum eru um at skiljast, og vit koma skjótt eftir, at tað er drongurin, sum verður eftir í USA, meðan gentan skal fara við skipi til Spania. Gentan spyr, um hon ikki skal senda honum okkurt tinganest heim til minnis um seg, men drongurin vil einki hava - uttan tað, at hon kemur aftur óskadd. Tá ið hon spyr aftur, svarar hann:
­
O, um eg átti stjørnurnar úr tí
    myrkastu nátt
og gimsteinar úr tí djúpasta havi
so læt tað alt fara fyri tín søta
    koss
tí tað er alt meg lystir at eiga
­
Eitt sorgblítt tok
Ikki fyrr enn í seinasta ørindi vil drongurin bera fram eitt ynski - og hann biður hana senda sær spanskar styvlar úr sponskum leðri. Eg fari at avmarka meg til at nevna, at leður sum kunnugt hevur sterkan anga, og at tann spanski styvlin í miðøld var eitt pínslutól.
Eitt annað verk, sum væl vísir Dylans samband við fólksins tónleikartraditión, er blues-sangurin It Takes A Lot To Laugh, It Takes A Train To Cry frá plátuni Highway 61 Revisited, frá 1965. Bæði lag og tekstur eru eftir mínum tykki dømi um næstan geniala, stemningsvekjandi list. Partar av tekstinum eru tiknir úr gomlum blues-sangum, vit síggja tokið koma framvið, minka ferðina, so at eitt blint ferðafólk sleppur uppí, sólin setir, mánin lýsir gulur handan trøini, melankoliin er fullkomin. Tær næstseinastu reglurnar í sanginum - Eg vil vera tín elskari, góða, eg vil ikki vera tín harri - eru Dylans uppískoyti, ein heilsan kanska til sekstiáranna kvinnufrígering.