Viðmerking til Eyðstein Poulsen, reiðara

Tann høgi marknaðarprísurin á skipum í dag er gott tekin um, at dugnalig vinnulívsfólk meta fiskivinnuna sum eina trygga og gevandi vinnu, og ber samstundis eftir míni meting eisini boð um, at eingin ótryggleiki valdar í fiskivinnuni

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Góði Eyðstein:

Í grein í bløðunum Bjørn Kalsø ein lemjandi ósigur fyri smáu reiðaríðini finst tú at sitandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum og leggur afturat, at undanfarnu landsstýrismenn hava megnað uppgávuna betur, tí teir hava ikki latið seg ávirkað av akademiskum kreftum.

Hvønn landsstýrismann Eyðstein heldur hava verið tann besta, fari eg ikki at leggja meg út í, tí vit liva tíbetur í einum demokratiskum samfelag, har hvør einstakur sjálvur kann gera sær sínar egnu metingar um dygdirnar hjá politikarum. Hesar metingar vilja sjálvsagt oftast vera merktar av egnum politiskum liti og áhugamálum, og eru tær tað óivað eisini í hesum føri.

Hinvegin fari eg at gera nakrar viðmerkingar til onnur sjónarmið, sum koma fram í nevndu grein.

Eyðstein sigur: at ótryggleiki valdar, og tí vilja tey flestu sleppa úr fiskivinnuni og selja. Um hetta hevði verið støðan, átti skipaprísurin at fallið munandi. Mín fatan er tann øvugta. Í mínum dagliga arbeiði merki eg væl, at tað er ein hópur av dugnaligum føroyingum, sum fegnir vilja sleppa inn í fiskivinnuna, so ótrygg kann henda vinna hóast alt ikki metast at vera í løtuni.

Rákið í tíðini innan so at siga alt vinnulív, bæði her heima og úti í heimi, eisini innan fiskivinnuna er, at eindirnar gerast alsamt størri. Tí er tað neyvan rætt bara at føra fram, at tað er førdi politikkurin hjá núverandi landsstýrismanni, ið er ein lemjandi ósigur fyri smærri reiðaríini, serliga tá hugsað verður um, at tað er í hesum samgonguskeiði, at støða varð tikin til at seta skott í lógina um vinnuligan fiskiskap, fyri at forða fyri, at allur útróðrarflotin hvarv upp í línuflotan. Varð hetta ikki gjørt eri eg vísur í, at eingin útróðrarbátur hevði verið eftir í flotanum í dag og harvið nógv færri smá reiðarí.

Fari til seinast at undirstrika, at eg ongantíð, hvørki í fjølmiðlum ella aðrastaðni, havi lagt reiðarar undir at vera bandittar, og tí skilji eg als ikki hví Eyðstein Poulsen, reiðari velur at hava tað sum evnið í grein har mítt yrkið sum landsstýrismaður verður viðgjørt. Eri hinvegin samdur við Eyðsteini í, at fiskivinnan er høvuðsgrundarlagið undir okkara búskapi, og fari eg tí framhaldandi at arbeiða fyri at skapa tryggar karmar um fiskivinnuna, vónandi øllum føroya fólki at gagni.