Jákup Mørk
Ítróttarskrivari á Sosialinum
Í Oyggjatíðindum seinasta mikudag hevur Finnur Helmsdal drúgva grein um fótbólt í Vágum. Herundir viðgerð hann serliga trætuna, sum íkom eftir fyrra dystin millum SÍF og MB.
Skal sum so ikki leggja meg út í, hvat Finnur heldur og skrivar, men tá talan í fleiri førum er um fullkomuliga skeivar upplýsingar, so kenni eg meg noyddan at koma við fylgjandi rættleiðingum.
Adressan
Finnur byrjar greinina við at siga, at Sosialurin á forsíðuni tann 5. november hevur skýrt allar teir, sum spældu fyri MB í dystinum seinasta mikukvøld »skommina í føroyskum fótbólti«. Og at hetta fær tað at síggja út, sum eru fótbóltsspælarar og -leiðarar úr Miðvági millum ringastu brotsmenn. Nakað líknandi sjónarmið havi eg eisini fingið fyrilagt frá aðrari síðu, og tí skal eg fyrst og fremst gera niðanfyristandandi viðmerking.
Tað, sum greinin snúi seg um, umfataði eina og aleina ítróttarliga framferðarháttin hjá MB til dystin. Talan var soleiðis ikki um nakra niðurgering av MB ella leikarum og leiðarum tess sum heild. Men eina og aleina ein staðfesting av, at framferðin á íróttarliga økinum til júst hesa uppgávuna var undir lágmark. Hetta framgekk eisini týðuliga av samlaða forsíðutekstinum á blaðnum, eins og hetta varð staðfest í greinini.
At tað eisini vóru onnur, ið mettu hetta mál sum verandi álvarsligt brot á lógir og reglur FSF?s, sæst helst eisini aftur í, at Kappingarnevndin av sínum eintingum tók málið upp. Nakað sum er rættiliga óvanligt. Og enntá endaði málsviðgerðina við at geva MB bót fyri framferðarháttin.
Ólógligir leikarar
Til spurningin um, hvørjir leikarar vóru ólógligir til dystin, sigur Finnur Helmsdal seg hava »greiðar ábendingar um«, at Rúni Olsen og Birgir Joensen ikki høvdu loyvi at spæla við í dystinum millum SÍF og MB.
Her skal bara vísast á, at Rúni Olsen stóð á listanum, sum FSF hevði latið feløgunum yvir leikarar, sum tey kundu nýta til dystin. Birgir Joensen stóð ikki á hesum lista, men hann spældi so heldur ikki við í dystinum.
Sektirnar úr vón og viti??
Soleiðis byrjar Finnur longsta brotið í grein síni. Her vísir hann á, at FSF als ikki hevði heimild til at gera úrskurð í málinum, soleiðis sum hann varð gjørdur.
Skal á ongan hátt stilla meg at halda nakra verjurøðu fyri FSF, men kenni meg tó noyddan at koma við fylgjandi rættleiðingum. Tí kappingarreglurnar eru sera einfaldar á hesum økinum.
Grein 39 í kappingarreglurnum staðfestir, at Kappingarnevndin bæði kann geva bót og døma felagið at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir. Hartil stendur eisini, at nevndin kann (og ikki skal!) døma felag at tapa dyst. Tað valdi kappingarnevndin ikki at gera í hesum førinum, tí mett varð, at SÍF við hesum vildi verið revsað fyri skeivan atburð hjá øðrum parti.
Altso hevur kappingarnevndin í hesum førinum greitt handlað eftir lógarásetingunum og hildið seg innan fyri tað spælirúm, sum hesar geva.
Halt teg til bóltin Finnur
Og so vil eg bara at enda koma við eini rættleiðing til Finnur, sum tíverri sjáldan evnar at halda seg burtur frá persónliga planinum, tá mál skulu viðgerast. Heldur enn at fara eftir bóltinum, verður farið eftir manninum - eisini hesaferð.
»...at Sosialurin rennur ørindi, m.a. fyri onkran, sum livir saman við einum av blaðmonnum teirra« kann neyvan skiljast sum annað, enn at formaðurin í SÍF verður løgd undir at standa aftan fyri greinina, sum stóð í blaðnum fríggjadagin 5. november.
Kenni sjálvur ikki nakað til motivini hjá Finni at skriva soleiðis, men kann ikki annað enn staðfesta, at eg so ikki havi runnið ørindi fyri nakran. Hvørki í Sandavági, í Miðvági ella í Havn fyri tað. Havi hinvegin roynt at lýst málið út frá teimum fakta, sum fyriliggja í hesum.