Viðmerking til grein hjá Oddvør Maritu Jacobsen

Sólborg Dulavík
-----

Í Sosialinum fríggjadagin 13 juli stendur grein í blaðnum, sum fyri mær er tað ljótasta eg havi sæð á prent.
At mann kann lesa í halgubók og tveita um seg einstøk vers, og niðurgerða ávís menniskju sum tú gert í hesi grein, er undir alt mark. Onga staðir lesi eg um míni rættindi at døma onnur menniskju – tvørturímóti. Og eg spyrji tí hendan einfalda spurning : hvør torir at leggja hondina á bíbliuna og siga at eg livi 100% eftir henni?
Hvør er tað sum hevur skapt okkum? Lesa vit ikki at , at øll eru skapt í Guds mynd?
Eingin av okkum hevur nakran leiklut í hvørji vit eru. Eingin er eins, tað vísa DNA royndir. Og við okkara ymisleika, mugu tí øll hava rætt til at liva, so leingi sum vit taka ábyrgd og avleiðingar av okkara tilveru.
At tey samkyndu seta stevnu og at Tórshavnar Býráð letur 50.000,- kr til tiltakið, vísir bara at tey hava virðing fyri øllum borgarum, og tað eiga tey tøkk fyri. Og við tað at býráðið ger hettar, setur tú spurningin: “Er okkara land nú komið so langt út i gudloysi”
Hettar er, eftir mínari sannføring, grovt brot ímóti tí samtykt sum tey samkyndu vunnu sær við, tá paragraff 266 b, gav teimum somu rættindi sum tú og eg hava.