Viðmerking til Høgna Hoydal

Tíðindamenn læra at lýsa eitt evni frá øllum síðum, fyri at lurtarin ella lesarin sjálvur kann gera av, hvat er rangt og rætt.

 

Eivind Jacobsen, Strendur


Tíðindamenn læra at lýsa eitt evni frá øllum síðum, fyri at lurtarin ella lesarin sjálvur kann gera av, hvat er rangt og rætt. Høgni Hoydal hevur lært, hvussu tú skalt siga tína søgu sum best, fyri at móttakarin skal trúgva tí, sum tú sigur og taka undir við tí, sum sagt verður.

Hetta dugir hann sera væl. Men talan er um einvegis kunning og ikki sakliga upplýsing. Hetta er tað tey í øðrum londum kalla propaganda.

Høgni Hoydal roynir av øllum alvi at mótprógva skilagóðum pástandum um búskap, sum búskaparfrøðingar og politiskir flokkar føra fram. Hetta verður gjørt á ein hátt, sum lítið sømir seg einum politikara.


Ein maður - 4 meiningar

Fyrst tosaði Høgni um, at avlopið á gjaldsjavnanum var nærum eins stórt og ríkisveitingin. Tá hetta ikki bar til, skifti hann evni. Nú bleiv ríkisveitingin samanlíknað við avlop hjá landskassanum. Tá hetta ikki ber til, samanlíknar Høgni avlop á fíggjarlóg og brúkta ríkisveiting við bruttotjóðarframleiðsluna.

Um mánaðarskifti kom so higartil seinasta samanlíkningin frá Høgna. Nú er hann farin at samanlíkna búskap við arbeiði. Nú er búskapurin livandi. Búskapurin er tað arbeiði, vit øll gera. Hetta er grundarlagið undir nútímans búskaparfrøði, sigur Høgni. Jú sanniliga sigi eg tykkum at so er. Men hetta er einki nýtt. Ein bók um sama evni bleiv skrivað í 1776, og verður hon framvegis brúkt í dag!

Men Høgni, tað broytir ikki upp á okkara máta at gera upp virðið av øllum arbeiðið, sum gjørt verður. Tað hevur verðið og verður framvegis gjørt upp í krónum og oyrum. Júst sum vit altíð hava gjørt! Vit brúka nevniliga krónur at umrokna við, fyri at arbeismaðurin og stjórin fáa løn. Teir gera báðir eitt arbeiði! Peningaskipan er tí ein nátúrligur partur, sum er til gagn fyri allar partar. Í besta kommunistastíli verður verkfall nevnt, og annars roynir Høgni seg sum arbeiðaravin. Í nútímans samfeløgum eru arbeiðarar og arbeiðsgevarar samstarvspartar. Ikki fíggindar sum vinstavend vilja verða við.


Ríkisveitingin er 52% av Almennu inntøkunum

Alt hetta broytur einki uppá tann veruleika, at ríkisveitingin er grundarlagið undir 40-60% av inntøkum hjá almennu kassunum og ikki 4% sum Høgni móti betrivitan sigur.

Um vit hyggja í Hvítubók á síðu 136 ella í Búskaparpartin á síðu 95-100, síggja vit, at ríkisveitingin er grundarlagið undir 52% av inntøkunum hjá tí almenna.


Fruminntøkur 1997 Í mió Í %

Ríkisútreiðslur 1288 52

Fiski- og flakavinnan 1041 42

Alivinnan 76 3

Landbúnaður 12 1

Ferðavinnan 59 2

Í alt 2476 100


Hetta eru tøl, sum okkara bestu búskaparfrøðingar hava roknað út. Hetta sigur okkum eisini, at um vit taka burtur ríkisveitingina, verða umleið 52% minni krónur til hvønn einstakan. Eisini vísir Hvíta Bók okkum, at sjálvt tá best stóð til í Føroyum, og fiskiskapurin var í hæddini, var ríkisveitingin 40% av samlaða búskapinum.

Tí noyðist Høgni at góðtaka, at ríkisveitingin er grundalagið undir vælferðini í Føroym í dag. Tað sum vit í Føroym framleiða røkkur bert hálva leið. Tíverri er tað soleiðis, at tað sum vit framleiða sjálvi bert er 50% av tí vit brúka. Syrgiligt men, sambært Hvítu Bók, satt.

Tí er tað sera harmuligt, at Høgni blívur við at siga, at ríkisveitingin bert er 4% av búskapinum. Høgni veit, at hetta er at siga ósatt fyri fólki. Men okkurt skal gerast. Undirtøkan fyri loysing er ikki stór, og ein treyt fyri, at Høgni kann fáa vald yvir Palliba, er, at Palliba tekur loysing frá Nyrup. Bert spell at maktgirndin er størri enn umhugsni fyri Palliba.

Hjá teimum, sum í verki hava víst, at teir duga at brúka teir møguleikar, sum eru, er tað als ikki hugaligt at hoyra ungar menn, sum eru føddir við silvurskeið í munninum, siga, hvussu einfalt alt er. Helst tá tað einasta, teir duga, er oman fyri hálsvølin. Tað skal nógv meira enn føgur orð til at byggja land.