Føroya Kommunufelag, Rósa Samuelsen, Forkvinna
Seinastu vikurnar hevur verið dúgliga kjakast um eina útjavningarskipan ímillum kommunur. Hetta kunna vit sum kommunufelag gleðast um, tí hetta er eitt mál sum vit halda er neyðugt at fáa á dagsskrá. Herfyri skrivaði ein av stýrislimum felagsins eitt innlegg í bløðunum, sum eftir øllum at døma er fallið formanninum í KSF fyri hjarta, og nú skýrir hann felagið fyri bæði líkt og ólíkt. Í fyrstu atløgu máa vit staðfesta at ta í FKF er loyvt at hava eina meining sum stýrislimur, men hinvegin merkir ein meining hjá einum stýrislimi ikki at FKF hevur somu meining.
Kommunufeløgini bæði hava eins og flest øll onnur í samfelagnum staðfest at stórur ójavni er ímillum Kommunurnar, bæði tá ið ta snýr seg um inntøkugrundarlag og útreiðslutørv.
Út frá hesum hevur Føroya Kommunufelag mett, at neyðugt er við einari útjavningarskipan, og í minsta lagi at ein slík skipan verður sett á dagsskránna og lýst objektivt bæði við fyrimunum og vansum. Kommunusamskipan Føroya er hinvegin komin til ta niðurstøðu at hóast stóran ójavna so er helst ikki neyðugt við einari útjavningaskipan. Til at undirbyggja sínum sjónarmiðum hevur KSF í loyndum funnið fram til eina útjavningaskipan sum onga útjavning hevur við sær. Og sjálvandi kann eingin taka undir við einari útjavningarskipan uttan útjavning.
Í grein í dimmalætting 15/03 – 2007 við heitinum “Útjavning hóttur kommunala sjálvræði” staðfestir Heðin Mortensen, at KSF als onga støðu hevur tikið í málinum viðvíkjandi útjavning, men at KSF arbeiðir seriøst við at lýsa málið. Men bara við lesa yvirskriftina á greinini, so sæst at KSF hevur tikið støðu í hesum máli. Og innihaldi í sjálvari greini er í veruleikanum ein long, men illa dokumentera, roynd at skýra útjavning sum nyttuleysa.
Síðani kemur Stýrisformaðurin við ymiskum pástandum um Føroya Kommunufelag
At FKF roynir at verja tilveru grundarlagi hjá smáu kommununum tí hóttafallið er eyðsýnt. Hesar skulu nú yvirliva við fíggjarligari neyðhjálp frá teimum stóru.
At FKF ynskir eina útjavning ímillum 34 kommunur, fyri at varðveita verandi kommunubygna
At FKF skýggjar eina útreiðsluútjavning
Til hetta er at siga
At Sjálvsagt verja vit tilveru grundarlagi hjá okkarar limakommunum. Vit eru eitt áhuga felag hjá teimum kommunum sum til eina og hvørja tíð eru limir hjá okkum. Men lat ta vera sagt, at felagið er ikki ímóti størri eindum ella samanleggingum, als ikki. Felagið heldur bert, at ta er upp til tær einstøku kommunurnar og ta fólkið sum har býr, at taka avgerð hesum viðvíkjandi.
At FKF ynskir eina útjavning ímillum 34 kommunur. Enn eitt uppáhald uttan grundgeving. Helst fyri at sløra tann veruleika, at ein útjavnarskipan helst er neyðug líkamikið um vit hava 4, 7 ella 34 kommunur. Talan er um regionalar ójavnar, og vit fáa ikki eina ríka kommunu við at leggja fleiri fátækar saman.
At FKF skal skýggja útreiðsluútjavning - Hetta er ein løgin pástandur og er hann uttan hald í veruleikanum. Sjálvandi má hædd takast fyri at eitt nú nakrar kommunur hava lutfalsliga nógv eldri, lutfalsliga nógv børn, spjadda búseting, trupul samferðslu viðurskifti o.a.
Føroya Kommunufelag hevur sett sær fyri at lýsa bæði fyrimunir og vansar við einari kommunalari útjavningarskipan. Vit hava longu víst á, at stórir fíggjarligir ójavnar eru ímillum kommunurnar ( Sí grein á heimasíðuni HYPERLINK "http://www.fkf.fo" www.fkf.fo dagfest 20 feb.), og vit hava innanhýsis gjørt fleiri dømi um hvussu ein útjavningarskipan kundi verið gjørd. Hvussu tann endaliga skipanin skal síggja út er ein politiskur spurningur ið kommunurnar í semju eiga at finna útav.
Arbeiðsháttinum hjá KSF, tykist hinvegin at byrja við úrslitinum, nevniliga at einki skal útjavnast. Síðani verður farið undir at útgreina hvussu komast kann fram til hetta úrslit.
Hetta er eftir okkara tykki ikki nakar munagóður arbeiðsháttur
Vegna
Føroya Kommunufelag, Rósa Samuelsen, Forkvinna