Schumann Hjaltalin,
býráðslimur, valevni fyri Sambandsflokkin
Hvussu Hans Jákup hevur fylgt við í tí politiska orðaskiftinum, kann eg ikki gera viðmerkingar til, men tá hann sigur, at býráðið, undantiknir javnaðarpolitikarnir, koyrdu málið um barnaansing í nevnd fyri at súlta málið, so er hettar ikki rætt. Tað var einmalt samtykt at koyra málið í nevnd, eisini Javnaðarflokkurin tók undir hesum.
Nú veit eg ikki, um Hans Jákup hevur fylgt ov illa við, men rætt skal verða rætt.
Annars hevur Býráðið samtykt við fyrstu viðger av fíggjarætlanini at seta pening av til barnaansingarøkið, soleiðis at ansingin verður loyst til ár 2003, á hesum fundi luttók eisini Hans Jákup Simonsen.