Við shuttle bussi á Nýggjárskonsert

Tey, ið ætla sær á Nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, kunnu lætta um parkeringstrýstið við at seta bilin við Badmintonhøllina og taka ein shuttle buss haðani Orsakað av Norðurlandahúsið hevur ov fáar parkeringsbásar til sínar gestir, fer Norðurlandahúsið í annaðkvøld at bjóða gestunum at seta bilin við Badmintonhøllina, og í staðin at seta seg í ein shuttle buss, sum fer at koyra aftur og fram millum Badmintonhøllina og Norðurlandahúsið.

- Av tí at tað verður til ein fløskuháls her uppi, tá fólk koma til tiltakið, hava vit avgjørt at royna shuttle bussarnar, sum fara at koyra fólk frá Badmintonhøllini til Norðurlandahúsið. Tá salurin er fullur, eru 600 fólk inni, og við orkestrinum koma 200 afturat. Og Norðurlandahúsið eigur bara millum 30-50 parkingsbásar, greiðir Hedwig Westerlund-Kapnas frá.

Við at nýta shuttle bussar, slepst vónandi undan at gestirnir seta sínar bilar á privatum øki hjá grannunum hjá Norðurlandahúsinum.