Øll hava ikki fingið telduna í húsið enn og tískil heldur einki Internet-samband, men flestu húsarhald í landinum munnu hava telefonina. Og gjøgnum telefonina er so møguleikin at koma í samband við kommunulæknan, um nú heilivágur skal fáast fyri eina og aðra sjúku ella til tess at biðja sær tíð í viðtaluni.
Men hjá teimum, sum hava Internet samband, er nú nýggjur møguleiki komin aftrat, ið hvussu so er, um tey hava Jenis av Rana sum kommunlækna. Blaðið hevur sett Jenisi nakrar spurningar í sambandi við at senda honum eitt E-mail, um nú viðkomandi hoyrir undir hansara øki, og sum skilst á svarunum, metir Jenis av Rana at hetta opnar fyri spennandi møguleikim og kanska skuldu vit farið undir ein fyrireikaða roynd við hesum.
Hugsa ikki
um møguleikan
Til spurningin, um Jenis av Rana fær fyrispurningar gjøgnum Netið, sigur hann, at tað fær hann ikki, og orsøkin er helst, metir kommunulæknin, at fá hugsa um møguleikan ella tey ikki kenna hansara tilskrift á Netinum.
Og um sjúklingur, sum vanliga fær heilivág, og hann skrivar kommunulæknanum eitt E-mail um at fáa meiri heilivág ? vanliga ringja fólk millum 8?9 ? sigur Jenis av Rana at, um tað er heilivágur, sum sjúklingurin vanliga fær, og læknin kennir viðkomandi, skuldi tað verið greitt ? tó er neyðugt av og á at kanna, í viðtaluni, tey, ið taka heilivág fast.
Javnsetir telefon
og E-mail
Spurdur, um hann hevði útskrivað resept eftir at hava fingið E-mail frá sjúklingi ? sum kemur fyri via telefon ? og hvussu nógv tað kostar, svarar kommunulæknin, at fyri sjúklingar, hann kennir (hevur journal og viðgerðina av) er uppringing ? eisini via E-mail, har talan bert er um heilivágbílegging ? ókeypis.
Og sendir tú Jenisi av Rana eitt E-mail, har tú greiðir honum frá, at tú hevur miklan fepur, eymur í hálsinum og hevur gular blettir, ja so fekst tú svar aftur sama veg, har tú vart biðin at koma tá og tá í viðtalu, so kommunulæknin kundi staðfest, um neyðugt var við heilivági.
Spurdur at enda, hvat kommunulæknin heldur um henda nýggja miðil, sigur hann, at tað opnar fyri spennandi møguleikum og kanska áttu vit at farið undir eina fyrireikaða roynd við hesum nýggja hátti.