Viðurskiftini Føroyar og Danmark millum normaliserast!

Neyðugt, at fara burtur frá øsingini og ístaðin fáa trygg og skilagóð viðurskifti Føroyar og Danmarkar millum - eina samveldisskipan

Nú allir flokkar hava játtað felags yvirlýsingina, sum løgmaður og danski forsætismálaráðharrin 14. januar settu navn undir, eiga vit at taka samanum.
Høvuðssetningarnir í yvirlýsingini vóru:

1)?Regeringen er indstillet på at samarbejde om Landsstyrets ønsker om overtagelser af yderligere sagsområder inden for grundloven og rigsenhedens rammer?.
2)?Regeringen og Landsstyret vil efter Landsstyrets ønske indlede forhandlinger om overtagelse af de sagsområder, som hjemmestyreloven ikke giver mulighed for, med henblik på politisk stillingtagen. Regeringen vil på dette grundlag medvirke til at skabe et lovgrundlag for disse sagsområders overtagelse?.

Sostatt er semja um at venda processini á høvdið. Raðfylgjan í tilgongdini í ríkisrættarligu viðurskiftunum er ikki longur avgerandi fyri málsetningin.
Samantvinnanin av suvereniteti og skiftistíð er liðað sundur. Nú kann landsstýrið miðja eftir at gera sáttmála, har løgtingið einsamalt hevur heimild at yvirtaka málsøki. Gjaldingin fyri hvørt málsøki sær verður at gjalda av landskassanum so hvørt, sum yvirtikið verður.
Sostatt verður tað gjørligt at skipa ríkisrættarligu viðurskiftini eftir tí leisti, sum løgtingið og í síðsta enda veljarin metir at vera rætt. Ein lagalig og varlig skipan, har eingi óráð verða tikin. Har broytingarnar fara at taka ta tíð tær taka.
Á fundi við landsstýrið, boðaði forsætisráðharrin frá, at burtursæð frá málunum, sum eru karmar um ríkiseindina, so kunnu ikki bert lista A og B-mál verða yvirtikin, men eisini øll mál, sum ikki er nevnd í umrøddu listum. Forsætisráðharrin ásannaði, at heimastýrislógin ikki er tíðarhóskandi karmur í gerandissamskiftinum og í sambandi við møguligar yvirtøkur. Tí mælti hann til at dagføra viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum, so at samsvar verður millum ríkisrættarligu karmarnar og semjuna í yvirlýsingini.

Nýggir karmar- samveldisskipan
Við støði í yvirlýsingini (sum øll eru samd um) eiga vit tí at fáa viðurskifti okkara við danir í trygga legu. Tað er avgjørt neyðugt fyri føroyskan politikk, at vit fáa nýggja avtalu, sum einaferð med alla leggur avgerðirnar um støðu okkara í ríkinum til løgtingið og føroyska veljaran. Eina avtalu, sum eisini forðar fyri konfrontatiónspolitikkinum.
Nú høvi býðst, eigur politiski myndugleikin tí skjótast at virka fyri skipan, sum fjøldin av føroyingum tekur undir við. Undirritaði fer tí at skjóta upp, at nýggj samveldisavtala við danir verður skipað eftir hesum meginreglum (samsvarandi felags yvirlýsingini):

Samveldisskipan
1.Føroyska heimastýrið kann gera av, at øll málsøki, undantikin uttanríkismál, verjumál, ríkisborgararættur og gjaldoyramál, kunnu yvirtakast sum føroysk sermál við teirri fylgju, at heimastýrið tekur uppá seg tær útreiðslur, ið fylgja við teimum.

2.Heimildirnar hjá Landsstýri og Løgtingi í uttanríkismálum verða víðkaðar til at umfata altjóða sáttmálagerðir viðvíkjandi yvirtiknum málum og medavgerðarætti í øllum málum, sum viðvíkja Føroyum.

3.Tekur Føroya fólk avgerð um, at Føroyar verða sjálvstøðugar, koma málsøkini uttanríkismál, verjumál, ríkisborgararættur og gjaldoyramál undir føroyskt málsræði.

4.Danska stjórnin boðar altjóða samfelagnum frá nýggja sáttmálanum.

Vit mugu koma burtur úr naggatódnini. Nú er stundin komin, har vit í sátt og semju normalisera og fáa trygg, lagalig og skilagóð viðurskifti Føroyar og Danmarkar millum. Løgmaður og forsætismálarráðharrin hava slóðað fyri møguleikanum.