Viðvíkjandi barnapeningi

Hoyrdi nú herfyri, at landsins myndugleikar hava í hyggju at taka stuðulin av, sum vit pápar hava havt rætt til hesi seinastu árini.

Tað hevur verið soleiðis, at vit hava skula goldið fult gjald fyri hvørt barnið, og hetta hevur so verið prístalsviðgjørt við jøvnum millumbili! Síðani hava vit kunna søkt um at fáa helvtina aftur!? Hetta havi eg so gjørt hvørja ferð fyri at lætta um eina stramma økonomi!
Alt hetta hevur kravt eina øgiliga umsiting, tí tá eg havi verið á Almannastovuni fyri at søkja, so havi eg verið vístur runt í næstan øllum húsinum, fyri at fáa fatur á rætta viðkomandi! Og kvittanirnar skulu vit eisini leggja við, fyri at eingin misskiljing skal verða! Í mínum føri frá Toll- og skattstovuni! Eg má siga, at hetta hevur verið eitt øgiligt sirkus, hvørja ferð!!
Eg havi spurt, um tað ikki ber til bara at gjalda helvtina, fyri at lætta um umsitingina. Men tað hevur víst seg at verða ómøguligt, tí landsins ,myndugleikar hava lóggivið soleiðis, at tað SKAL søkjast hvørja ferð!?
Og nú tykist tað fyri mær, at teir vilja leypa uppum, har garðurin er lægstur! Nevniliga við at taka allan møguleikan frá okkum pápum, til at skapa okkum eina framtíð við nøkurlunda fíggjarligum karmum fyri eina nýggja familju, sum vit "uvegærligt" fáa okkum!!
Tað er soleiðis, at tá ein hjúnaskilnaður er vorðin veruleiki, so FÆR mamman børnini, við øllum frádráttum, ið har til hoyra, umframt at hon fær eitt mánaðarligt gjald frá gjaldstovuni, sum so pápin verður kravdur eftir frá somu stovu!! Meðan pápin "aller-nådigst" sleppur at síggja síni børn annað hvørt vikuskifti, umframt helvtina av feriuni!!
Nú halda fleiri sikkurt, at eg ljóði í avgjørdur, tá eg sigi at mamman FÆR børnini!! Tað eri eg eisini!! Eg havi spurt á hagstovuni, men har vóru eingi slík tøl at fáa hendur á!!? (Hví??) So fór eg á ríkisumboðið, sum jú allir hjúnarskilnaðir fara ígjøgnum. Men har vóru heldur eingi slík tøl!!? (Hví??) Líkamikið, á Ríkisumboðnum fekk eg eitt langt og gott prát við eitt av starvsfólkunum, og har fekk eg at vita, at "det var en klar ubalance i for-delingen"!!!! (Hví??)
Tá eg lá í hjúnarskilnaði, fekk eg at vita frá mínum sakførara, at pápin skuldi prógva, at mamman var BÆÐI alkoholikari, stikknarkoman OG prostituerað, og allarhelst skuldi hon eisini bukað børnini!! Her skal sigast, at táverðandi kona mín fekst ikki við nakað av hesum!! Men hvør pápi hevur hug til at fara at niðurgera mammuna at børnunum hjá sær?? Tað er nakað, sum einans rakar børnini, UMFRAMT hjúnaskilnaðin!! So sigi mær, hvar er javnstøðan?? Tað einasta pápin skal gera "galið" er at hava eitt arbeiðið, sum forðar honum í at hava eitt 24 tíma samband við børnini hjá sær!!! So kunnu allar góðar kreftir tosa um "kvalitetstíð" og "kvantitetstíð", hatta gevi eg eina pappdunnu fyri!! Nú ljóði eg bittur, og tað eri eg kanska, men tað er einans inn á teir myndugleikar, sum kunna finna uppá at lóggeva so umhugsunarleyst, at tað stríðir ímóti allari javnstøðu!!
Nei góðu lóggevarar, nýtið hetta frálíka høvi til sparingar á øðrum frontum, har tað veruliga er brúk fyri tí!! Til dømis, at gera umsitingina á Almannastovuni meiri starvsfólka- og viðskiftafólkavinarliga, tí eitt skulu tit eiga, at landsins stovnar eru heilt ótrúliga strævnir at koma í holt við!!!! Tú mást næstan seta ein heilan dag av, fyri at koma til rætta viðkomandi, sum gjarna er so ovbyrjaður av arbeiði, at hann verður noyddur at leita í aðrar tveir dagar eftir einum skjali, sum tú skalt brúka her og nú, til dømis kvittanum uppá barna-pening, sum í mínum føri verð-ur kravdur gjøgnum skattin, og so hevur hann gloymt tað í øllum resinum!! So kunnu tit taka tað til tykk-um sum rós ella rís eftir egnum ynski!! Men latið okkum pápar fáa frið!!!!!