Viaplay hevur rættindini til Champions League fram til 2027

Viaplay hevur havt rættin at vísa Champions League síðani 1992

Øll hesi 32 árini UEFA Champions League hevur verið til hevur Viaplay havt rættin til at vísa dystirnar í tí danska kongaríkinum.

 

Soleiðis verður tað eisini trý tey komandi kappingarárini fram til 2027.

 

Bold.dk veit at siga, at tað hevur kravt drúgvar samráðingar gjøgnum eitt langt tíðarskeið hjá Viaplay at tryggja sær rætindini til Champions League tey komandi trý kappingarárini.

 

Bold.dk skrivar, at Viaplay hevur í sáttmálanum, ið gongur út nú rindað 450 miljónir krónur um árið fyri rættindini at vísa Champions League. Einki er upplýst um hvussu nógv Viaplay kemur at rinda fyri rættindini tey komandi trý árini. 

 

Disney av øllum hevur tryggjað sær rættindini at vísa Europa League og Conference League. Sostatt sleppa vit ikki at síggja dystir í Europa League og Conference League á danska TV2 og TV2 Play tey komandi árini.