- Við Guðs hjálp fari eg at gera mítt besta

– Eg havi altíð kent meg kallaða at vera prestur, sigur Marjun Lómaklett, prestur, ið prædikar á ólavsøku. – Eg vil koma við gleðiligum, fevnandi, boðskapi,

Marjun Lómaklett, prestur, heldur prædikuna á ólavsøku í ár.

 

Marjun er uppvaksin í Klaksvík. Hon er ættleid úr Korea.

 

– Eg var kanska millum tey fyrstu ættleiddu,  ið komu til Føroya. Eg var í øllum førum fyrsta genta úr Korea, ið kom til Klaksvíkar, sigur Marjun Lómaklett.

 

– Eg havi altíð gingið í sunnudagsskúla, í kirkju og til skótar, verið virkin í tónleiki við kóri og klaveri, og annars verið til tað, sum var í Klaksvík, sigur Marjun, ið sum 19 ára gomul fór til Danmarkar, Århus, at lesa Guðfrøði.

 

– Eg havi altíð kent meg kallaða at vera prestur, sigur Marjun Lómaklett, ið er glað fyri lestrartíðina í Århus.

 

Hetta sigur Marjun Lómaklett millum annað í samrøðu í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum.

 

Um at prædika á ólavsøku sigur hon millum annað:

 

– Eg havi ikki ætlanir um at traðka nakran á tærnar, ella at koma við einum peikifingri. Eg vil prædika inn í tíðina, samfelagið, ið vit liva í. Heimurin er lítil og ótryggur í dag. Einaræðisharrar hava vald. Hóast vit í Føroyum hava tað gott, so eru álvarsligir spenningar ymsastaðni í heiminum, sigur Marjun.

 

– Hetta gevur eitt suð í búkin. Tað er stórt og gleðiligt, kanska ræðandi á ein hátt, tí hetta er stór og serstøk  avbjóðing. Tí er tað við virðingarótta, at eg fari undir hesa heiðurligu avbjóðing, ið er ein gáva og ein uppgáva, sigur Marjun Lómaklett millum annað í grein í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, ið er á handilshillunum í hesum døgum.

 

– Eg vil koma við gleðiligum, fevnandi, boðskapi, og við Guðs hjálp fari eg at gera mítt besta, sigur Marjun, ið roynur at leggja seg eftir at fáa sálmar og prædiku at hanga saman.

 

– Sálmarnir eru fantastiskir, bæði teir gomlu og teir nýggju. Eg havi altíð hildið nógv av Føgur er Foldin, og eg havi hann við á ólavsøku. Hetta er sigandi tekstur sum umfevnir alt  mannalívið og at seta við; vónin, gleðin og troystin. Sálmurin verður brúktur til ymisk høvi, ofta á jólum, og hetta er faktiskt sæli jólateksturin, sum vit liva av alt árið, sigur Marjun Lómaklett, ið prædikar á ólavsøku 2024.

 

##med2##

 

Myndir : Álvur Haraldsen

 

Brot úr longri grein  í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, ið er á handilshillunum í hesum døgum.